Ongi úrslit

G! Festivalurin endar við braki í dag

Einastandandi góða veðrið sær út til at halda sær og skráin diskar upp við fleiri stórum nøvnum á seinasta degnum á G! 2026

Ragnar Sjurðarson
8 tímar síðan

Klokkan 10.00 varð hol sett á seinasta dagin á G! 2026 við Ginjoga á sandinum. Klokkan 11.00 var kirkjugongd í fjósinum og nú klokkan 12.50 byrjar stóra árliga barnatiltakið á Spæliplássinum.

Sjálvdan hevur sandurin í Syðrugøtu verið so fullur av fólki sum í gjár, og veðurgudarnir tykjast sanniliga at vilja G! festivalinum væl, tí sambært veðurforsøgnunum verður tað upp í heili 16. stig í dag.

Men tað er ikki bara veðrið, sum leverar í dag.

Av stóru nøvnunum og bólkunum, sum framføra í dag kunnu nevnast Ásgeir, sum framførir klokkan 17.30, Tommy Cash spælir klokkan 20.20, Clickhaze klokkan 22.50 og Sakaris lukkar sandin klokkan 01.20.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

Í gjár kl. 09:59

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57