– Okkara hjørtu eru tung í kvøld, skrivar G! Festival í einari fráboðan á Facebook
Festivalurin leggur dent á, at í dag verður ikki hugsa um skrá, konsertir og fyriskipanir, men um menniskjað aftan fyri tónleikin.
– Vit hugsa um ein listamann, sum bert 32 ára gamal er farin okkum frá, alt ov tíðliga, skrivar G!, sum eisini sendir samkenslu til familju, vinir og øll, ið syrgja.
Doyði í tyrlusamanstoyti
Oliver Tree doyði sunnudagin í einum tyrlusamanstoyti yvir Rio de Janeiro í Brasil. Seks fólk lótu lív í vanlukkuni.
Ein av tyrlunum datt niður á eitt parkeringsøki har eldur kom í fleiri bilar. Orsøkin til samanstoytið verður nú kannað av myndugleikunum.
Kendur um allan heimin
Oliver Tree hevði júst tikið hol á eina nýggja konsertferð kring heimin. Hann var kendur fyri sangir sum Life Goes On, Miss You og Alien Boy.
G! Festival skrivar, at tónleikur hevur eina serliga megi at savna fólk, og at Oliver Tree skapti sín heilt egna heim gjøgnum sín tónleik, dirvið og hugflog.
– Í kvøld senda vit okkara djúpastu samkenslu til øll, ið syrgja. Hvíl í friði, Oliver, skrivar festivalurin á Facebook.