Um knappar tvær vikur, ella vikuskiftið 14. og 15. august, verður afturvendandi ljósfestin í Vági.
Tá verður nógvur tónleikur at hoyra, og eitt av tí forvitnisliga er, at tá fer gamli bólkurin av Tvøroyri, Sputnik, aftur á pall.
Sputnik var ein av teimum bólkunum, sum av álvara sett futt í dansigólvið, serliga í sjeytiárunum og teir spældu bæði Creedence Clearwater Revival, Elvis, The Beatles, ymsan norðurlendskan dansibands tónleik, og annað.
Í 1984 gav bólkurin út »Oyggjaland í sól«
Bólkurin hevur havt skiftandi manning sum tíðin er liðin og teir, sum spæla á ljósfestini, eru, Jens Lisberg, sum syngur, Jan West spælir trummur, Ragnar Djurhuus spælir bass, Trygvi Strøm spælir guitar og Poul Hammer syngur, umframt at hann spælir upp á munnharpu, keyboard og guitar.