Næstan 30 umboð fyri kommunurnar í Suðuroy savnaðust á SALT mánadagin 22. juni at umrøða møguleikan at stovna Geopark Suðuroy. Fundurin endaði við greiðari semju um, at arbeiðið skal halda fram við tí endamáli at stovna eina geopark fyri alla oynna.
Fundurin varð skipaður av fyrireikingarbólkinum fyri Geopark Suðuroy. Í honum eru umboð fyri Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Visit Faroe Islands og SALT.
Suðuroy skal gerast sjónligari
Á fundinum varð greitt frá, hvat ein UNESCO Global Geopark er, hvørjir møguleikar liggja í eini geopark, og hví Suðuroy hevur serliga góðar fortreytir fyri at gerast ein slík geopark.
Víst varð á, at oyggin hevur stór jarðfrøðilig virði. Suðuroy rúmar søgum um elsta partin av Føroyum og um eldgosini, sum vóru við til at mynda Norðuratlantshavið. Samstundis eru náttúra, lívfrøði, mentanararvur og søga tætt knýtt at landslagnum.
Ein UNESCO Global Geopark byggir á tríggjar hornasteinar: vernd av náttúru- og jarðfrøðiligum virðum, útbúgving og miðlan av vitan, og burðardygga menning við støði í staðbundnum tilfeingi.
Kommunurnar taka næsta stig
Í kjakinum varð dentur lagdur á, at geoparkin skal gagna teimum, sum búgva í Suðuroy. Ætlanin skal skapa nýggjar møguleikar innan útbúgving, upplivingar, trivnað og vinnu.
Fyrireikingarbólkurin fer nú at gera tilmæli til kommunurnar. Málið er at fáa neyðugu undirtøkuna og fíggingina upp á pláss, so felagið Geopark Suðuroy kann verða stovnað.
Langsiktaða málið er at byggja upp eina geopark í Suðuroy, sum seinni kann søkja um góðkenning sum UNESCO Global Geopark.