Um tríggjar dagar verður ársins Summar Festivalur, og nógv er at seta upp og gera klárt, áðrenn festivalurin kann byrja.
Fyri nøkrum døgum síðani varð byrjað at gera festivaløkið klárt, og í góðveðrinum í dag halda fyrireikingarnar fram.
Festivaløkið umfatar eitt nú tríggjar pallar, stórt konserttjald, nógv smærri sølutjøld, Silvaland í tveimum ítróttarhallum og nógv annað.
Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram fríggjadagin og leygardagin.
(Myndir: Anton Højgaard)