Bummgjøldini fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eigur at verða lækkað so skjótt tunnilsfelagið hevur ráð til tað.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, nú hann hevur svarað upp á ein spurning frá Bill Justinussen, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin.
Løgtingsmaðurin vildi hava at vita, nær vit kunnu vænta, at tað verður bíligari at koyra í Eysturoyartunlinum, men hann nevnir ikki Sandoyartunnilin.
Men hann spyr eisini um landsstýrismaðurin er til reiðar at krevja av leiðsluni fyri tunnilin, at hon skal lækka gjaldið, ger hon tað sjálvboðin.
Jacob Vestergaard sigur, at tá ið ráðini hava verið til tað, eru bummgjøldini í undirsjóvartunlunum, lækkað.
Landskassin hevur sett 400 milliónir í partapeningi í Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, og harumframt hevur Landskassin latið felagnum sjey milliónir um árið í ferðslustuðli síðani 2022 - og 10 milliónir afturat í rakstrarstuðuli síðani 2024.
Eisini hevur Landskassin latið tunlinum eitt ferðsluveðhald, har landskassin rindar tað, sum restar í, um inntøkurnar frá brúkaragjøldum ikki røkka til rakstur og at gjalda lán.
– Brúkaragjøldini skulu tó ikki vera hægri enn neyðugt til rakstur og viðlíkahald, umframt til at gjalda lánið aftur, sigur Jacob Vestergaard.
Klárar seg sjálvan
Í løgtingsfíggjarlógini fyri næsta ár, sum verður viðgjørd í Løgtinginum, verður mett, at útreiðslur fara ikki at standast av ferðsluveðhaldinum næsta ár.
Harafturat er raksturin so mikið góður, at rakstrarstuðulin til tunnilsfelagið kann lækkast úr 10 milliónum, niður í fimm milliónir.
– Heldur gongdin fram, eru útlit fyri, at landskassin ikki longur fer at hava beinleiðis útreiðslur av Eysturtunlinum og Sandoyartunlinum, sigur Jacob Vestergaard.
Ferðslan í tunlunum var minni enn væntað í fyrstuni, men nu sær út til at hon veksur alsamt.
Halda inntøkurnar fram at vaksa, verður grundarlag helst fyri at lækka gjøldini, sigur Landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at sjálvandi kann tað eisini vera hent, at tunnilsfelagið bjálvar seg fíggjarliga til óvæntaðar útreiðslur, og annars fyri at hava nakað at standa ímóti við, skuldi inntøkurnar minka eina tíð.
– Tað er kortini umráðandi at minnast til, at afturgjaldstíðin á láninum í tunlunum er rættiliga stutt, tá ið hugsað verður um, hvussu leingi tunnilin heldur við skynsomum viðlíkahaldi, sigur hann.
Hann sigur, at hjá honum er eingin ivi um, at gjøldini eiga at lækka, so skjótt fíggjarligt rásarúm er fyri tí.
– Vit vita, at prísir ávirka ferðsluna í tunlunum, og tað er eingin ivi um, at samfelagsbúskaparliga er tað mest gagnligt, at prísirnir eru so lágir sum gjørligt, samstundis sum tunlarnir verða brúktir so nógv sum til ber, sigur Jacob Vestergaard.
Men landsstýrismaðirin svarar ikki upp á spurningin um hann er til reiðar at taka leiðsluna av ræðið og lækka gjaldið, ger hon tað ikki sjálvboðin.