Árið 2025 var eisini avriksríkt í aðrar mátar hjá felagnum.
Nýggja ress spa læt upp á sumri 2025. Bæði føroyingar og ferðafólk hava tikið væl ímóti hesum upplivingarmøguleika.
Fríðkað er eisini rundan um Hotel Føroyar við nýggjari innkoyring, vøkrum gongugøtum kring økið og øktum parkeringsmøguleikum, so at nú er pláss fyri 330 bilum til tey 200 kømurini, sum eru á Hotel Føroyum. Við tunlinum undir Húsareyn og nýggja innkomuvegnum er lætt og skjótt at koma til Hotel Føroyar, bæði um tú kemur av bygd ella úr býnum.
Gist & Vist ynskir at vera í fremstu røð við burðardygd. Tí hevur Hotel Føroyar fingið umhvørvisgóðkenning frá Svanamerkinum. Vit arbeiða støðugt við at leggja um til grøna orku. T.d. er ress spa hitað við grønari orku. Um samfelagið annars fær veitt grønan streym, er tað okkara mál, at alt samtakið í 2030 er 100% CO2 neutralt.
Ikki minst eru vit spent og eyðmjúk at fara undir at reka nýggja stásiliga KG Hotel, hesa bygningsperlu í Klaksvík, sum nú letur dyrnar upp. Vónandi fer hotellið við tilhoyrandi matstovum og vælveruøki at hava við sær menning og virkni í nærumhvørvinum eins og í øllum samfelagnum. Vit ynskja Klaksvík hjartaliga til lukku við stásiliga hotellinum.
Í august letur nýggj etika matstova upp á Biskopstorgi í Klaksvík við 30 sitiplássum.
Felagið væntar framhaldandi yvirskot í 2026.