Ongi úrslit

Gjald áðrenn etið verður

Nakrar matstovur hava sett í verk ein sonevndan “italskan hátt”

Jóhanna Højgaard
6. juli 2025 kl. 13:55

Fleiri støð í Spania – eitt nú á Mallorca, er man farin at seta í verk eina nýggja gjaldsskipan.

Hækkandi prísir fyri millum annað leigu, rávørur og starvsfólk, hevur elvt til at matstøð noyðast at broyta mannagongdir.

Hettar kann í onkrum førum gera tað heldur meira ósjarmerandi at fara út at eta.

Ein kann koma út fyri at skulla gjalda upp til 40 evrir áðrenn ein yvirhøvur møtir upp á matstovuni.

Sambært fjølmiðlum sum MSN, snýr tað seg um at matstovurnar eru troyttar av “no-shows”, sum man kallar fólk sum bíleggja borð, men ongantíð møta upp. Tað kostar ov nógv at hava tóm borð.

Nakrar matstovur hava sett í verk ein sonevndan “italskan hátt” har ein fer inn, bíleggur og rindar við kassan.

Ikki fyrr en tað er gjørt, setur ein seg niður við eitt borð.

Turistar sum blíva vekk frá bíløgdum borðum er ikki einasti trupulleikin tey stríðast við á sponsku matstovum, eisini hava tey mangul uppá starvsfólk.

Tí hava summar matstovur eisini sett í verk fulla sjálvavgreiðslu við QR-kotum, sum gera at kundar kunnu bíleggja og gjalda beinleiðis úr fartelefonini.

Hettar er vert at hava í huganum um man er a feriu sunnanfyri, og ikki vil gjalda fyri vøru áðrenn ein hevur fingið hana.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54