Mitt í nátt varð ringt úr Leirvík at melda, at ein maður var í ferð við at gera herverk á ein bil. Tað var bileigarin sjálvur, sum sá hendingina, og hann sá eisini hvør herverksmaðurin var.
Politiið kom á staðið og tey handtóku herverksmannin. Men tá ið hann var komin í politibilin, gjørdust hann brádliga frá sær sjálvum og tað endaði við at hann sló ein politist.
Umframt at verða skuldsettur fyri herverkið, er hann eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti.
Hann varð tikin við á løgreglustøðina har hann varð kannaður av lækna og hann metti, at maðurin átti at koma undir læknahond, so hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan sigur, at tey fara at avhoyra mannin, tá ið hann er førur fyri at verða avhoyrdur.
Løgreglan sigur, at bilurin fekk fitt av skaða. Herverksmaðurin sparkaði inn á síðurnar og breyt síðuspeglini. Hann fekk eisini nummarpláturnar av bilinum, og tveitti tær frá sær. Politiið sigur, at er tað onkur, sum finnur tvær nummarplátur í Leirvík, eru tey vælkomin at siga frá.
Annars veit løgreglan ikki um tað var vøkur serlig orsøk til at hann legðist á bilin.