Ongi úrslit

Gongur skeiva vegin: Føroyskt útlát av vakstrarhúsgassi vaks aftur í 2025

Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi vaks aftur í 2025, serliga orsakað av øktari oljunýtslu hjá SEV, ídnaði og føroyskum fiskiskipum.

Edmund Jacobsen
21. mai kl. 13:45

Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi vaks aftur í 2025 eftir fleiri ár við minkingum og nærum støðugari gongd.

Størsti vøksturin kom frá elframleiðslu, føroyskum fiskiskipum og ídnaði, meðan útlátið frá útlendskum fiskiskipum minkaði nógv. Tað skrivar Umhvørvisstovan.

Samlaða útlátið var í 2025 á leið 1,1 millión tons av CO2e, sum er 0,4 prosent meira enn árið fyri. Uttan útlendsk fiskiskip var vøksturin tó 4,8 prosent. Elframleiðslan vaks 22 prosent, meðan føroysku fiskiskipini øktu útlátið við 6 prosentum.

Fiskiskip og SEV drógu útlátið upp

Fiskiskip vóru aftur størsta einstaka kelda til útlát í Føroyum. Tey stóðu fyri 31 prosentum av samlaða útlátinum í 2025. Føroysk fiskiskip bunkraðu meira olju, meðan útlendsk skip keyptu 28 prosent minni olju í Føroyum.

SEV brúkti samstundis meira olju, tí minni vindorka og vatnorka vóru tøkar í 2025. Vindorkan minkaði, og fleiri vindmyllur í Húsahaga stóðu stillar.

Húsarhaldini minkaðu útlátið við 15 prosentum. Sambært frágreiðingini skyldast tað bæði lýggjari veður og størri nýtslu av hitapumpum og betri bjálving.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57