Danskir miðlar eru við til at varðveita ójavna valdsbýtið millum Danmark og Grønland. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari vísindaligari grein eftir Rikke Østergaard, sum Cambridge University Press kunngjørdi 8. juli.
Granskingin vísir, at danskar avísir ofta lýsa Grønland út frá donskum og vesturlendskum áhugamálum. Grønland verður serliga sett í samband við trygdina í Arktis, náttúrutilfeingi og útbygging av undirstøðukervinum.
Sambært granskaranum verður grønlendskt sjálvræði ofta viðurkent, tá ið tað samsvarar við donsk ella vesturlendsk áhugamál. Samstundis eru grønlendskar røddir sjáldan við í greinunum, sum vórðu kannaðar. Hetta styrkir eina frásøgn, har Danmark stendur í miðdeplinum, meðan grønlendski sjálvsavgerðarrætturin verður treytaður ella settur í aðru røð.
Grønland lýst sum strategiskt amboð
Greinin byggir á kritiskt rasuástøði og kannar, hvussu gamlar hjálandahugsanir framvegis koma til sjóndar í donskum miðlum.
Niðurstøðan er, at Grønland ofta verður lýst sum strategiskt týdningarmikið fyri Danmark og NATO heldur enn sum eitt samfelag við egnum politiskum málum, sjónarmiðum og rættindum. Sambært granskingini verður Grønland sostatt gjørt til eitt amboð í einari størri geopolitiskari kapping.
Eisini tá ið danskir miðlar viðgera sosial og mentanarlig viðurskifti, verða danskar normar ofta lagdar til grund. Grønlendsk sjónarmið fáa annaðhvørt lítla rúmd ella verða løgd fram uttan neyðugan søguligan og skipanarligan samanhang.
Granskingin nevnir millum annað burturflytingina av grønlendskum børnum og kjakið um heitið og ímyndina Kæmpe Eskimo. Slík mál vísa, hvussu danskar normar framvegis kunnu verða brúktar sum mátistokkur fyri grønlendska og inuittiska mentan.
Stríðið fer eisini fram í miðlunum
Rikke Østergaard leggur dent á, at stríðið um grønlendskan sjálvsavgerðarrætt ikki bara fer fram í tingum og altjóða stovnum. Tað fer eisini fram í teimum frásagnum, sum miðlarnir bera almenninginum.
Tað hevur stóran týdning fyri fatanina av Grønlandi, hvør sleppur framat, hvør verður lýstur sum avgerandi, og hvørji sjónarmið verða tikin sum sjálvsøgd.
Grønlendingar eru tó hvørki tigandi ella óvirknir. Granskingin vísir á, at listafólk sum rithøvundurin Niviaq Korneliussen, tónleikarin Josef Tarrak og myndlistakvinnan Julie Edel Hardenberg seta spurnartekin við ráðandi frásagnir og skapa mótfrásagnir.
Sambært greinini krevur eitt javnari samband millum Grønland og Danmark, at skipanarligu forðingarnar verða viðurkendar og tiknar niður.