Ongi úrslit

Greining: Nýggja danska stjórnin lovar føroyingum meira ávirkan og øktar møguleikar

Føroyar fáa eftir ætlan størri ávirkan á uttanríkispolitikk, sterkari leiklut í Arktis og Norðuratlantshavi og virknan stuðul til fleiri føroysk altjóða mál.

© Statsministeriet.
Edmund Jacobsen
3. juni kl. 19:30

Tað eru nakrir av boðskapunum í politiska grundarlagnum hjá nýggju donsku stjórnini.

Danska stjórnin leggur dent á, at samstarvið við Føroyar skal byggja á virðing og javnrættindi. Samstundis verður staðfest, at framtíðin hjá ríkisfelagsskapinum er eitt mál fyri Føroyar, Grønland og Danmark – og eingi onnur.

Ein av greiðastu fráboðanunum er, at einki skal avgerast um Føroyar uttan føroyska luttøku. Stjórnin lovar eisini, at føroyska landsstýrið skal fáa atgongd til viðkomandi upplýsingar og verða tikið við í avgerðir, sum hava uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar.

Størri leiklutur í Arktis og Norðuratlantshavi

Stjórnin vil halda fram við samrøðum um at dagføra ríkisfelagsskapin og umrøða størri uttanríkispolitiskar heimildir til Føroyar. Samstundis verður boðað frá, at Føroyar skulu hava veruliga ávirkan á arbeiðið í Arktis og Norðuratlantshavi.

Verjutilbúgvingin í økinum skal styrkjast, og sagt verður eisini, at íløgur í størri mun skulu gagna føroyskum fyritøkum og føroyskari arbeiðsmegi. Eisini skal tilbúgvingin styrkjast, samstundis sum størri dentur verður lagdur á nýggjar hóttanir í økinum.

Suðuroyartunnilin er eisini nevndur

Í grundarlagnum eru fleiri ítøkilig lyfti til føroyingar.

Danmark fer framhaldandi at stuðla føroyska ynskinum um limaskap í Heims­handilsfelagsskapinum (WTO) í egnum navni. 

Eisini skal arbeiðast fyri, at Føroyar kunnu verða fevndar av tvískattaavtalum, sum Danmark hevur við onnur lond.

Nýggja stjórnin er harumframt til reiðar at umrøða fíggingarmøguleikar til Suðuroyartunnilin, um føroyska landsstýrið ynskir tað. Somuleiðis skal kannast, um eitt nýtt sjókaðalsamband kann knýtast upp í føroysku fjarskiftisskipanina.

Størri dentur lagdur á ES

Eisini verður arbeitt fyri sterkari samstarvi millum Føroyar og ES. Haraftrat vil stjórnin arbeiða fyri broytingum í Helsingforssáttmálanum, so Føroyar kunnu fáa javnbjóðis luttøku í norðurlendska samstarvinum, og fyri at Føroyar kunnu verða upptiknar í Altjóða Olympisku Nevndini.

Stjórnarsáttmálin nevnir eisini, at arbeiðast skal fyri betri viðurskiftum hjá føroyskum lesandi í Danmark, umframt loysnum á spurningum um málkrøv og góðkenning av heilsustarvsfólki í Føroyum, um landsstýrið ynskir tað.

Kelda: “Det politiske grundlag for firkløverregeringen”

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57