Tað var á Tórsvølli, at punktum í dag varð sett fyri landskappingina í kvinnufótbólti. Meistararnir í KÍ vóru á vitjan hjá HB, og tað endaði við 2-1 sigri til KÍ.
HB legði seg á odda longu í fyrsta minutti, tá ið Lisa Haraldsen eftir innlegg frá Brá Sakariasardóttir skoraði til 1-0. Fimm minuttir seinni javnaði KÍ. Tað var eftir horna úr høgru frá Tórun Højgaard Joensen, at Heidi Sevdal við høvdinum stýrdi bóltin inn í handara síðunetið.
Fyri HB kom tað illa við, at málverjin Gunnvá Lützen miðskeiðis miðskeiðis í fyrra hálvleiki noyddist skadd av vøllinum. Tá fór veteranurin í verjuni Elin Maria Isaksen í HB málið, har hon stóð seg væl.
Tað gekk javnt á alla tíðina, og tað var ikki fyrrenn dygst undan leikloki, at KÍ tryggjaði sær sigurin. Tá var tað, at tær í HB eftir KÍ innlegg úr vinstru vóru so óhepnar at gera sjálvmál.
Christian Andreasen formaður í FSF hevur nú handað KÍ kvinnunum FM steypið og gullkrónurnar, og tær í HB hava fingið handaðar silvurkrónurnar.
Hetta er 25. ferðin, at KÍ kvinnurnar eru FM vinnarar. 19. september vann KÍ steypafinaluna. Tað var eisini ímóti HB. Hetta er 17. ferðin, at KÍ er greipuvinnari í kvinnufótbólti.