Ongi úrslit

GroAqua: Nýggjur 700 tons fóðurflaki latin Bakkafrost

Bakkafrost hevur fingið ein nýggjan 700 tons fóðurflaka frá GroAqua. Flakin, sum eitur Torvgjógv, kom til Fuglafjarðar mikumorgunin og skal brúkast á aliøkinum hjá felagnum í Fuglafirði.

© GroAqua
Edmund Jacobsen
19. mai kl. 17:27

Flakin er bygd í Póllandi og er 40 metrar long. Hon hevur 18 fóðurleiðingar og kann tí geva fóðri til 18 ringar samstundis.

Stýrisskipanin og forritið eru ment av GroAqua í Føroyum. Sambært felagnum brúkar nýggja skipanin AI-tøkni til at gagnnýta fóðrið betur og gera raksturin meira effektivan.

Skipanin hevur eisini nýggj amboð til frágreiðingar og stýring. Samstundis kann skipanin koyrast sjálvvirkandi og fjarstýrast av landi. Flakin er harumframt fyrireikaður til landstreym.

Bakkafrost væntar tryggari rakstur

Oddvald Olsen, økisleiðari hjá Bakkafrost, sigur, at felagið væntar, at flakin fer at styrkja raksturin í Fuglafirði.

– Vit vænta eisini betri logistikk og størri trygd fyri bæði starvsfólk og aliøkið, sigur hann.

GroAqua hevur seinasta árið latið fýra nýggjar fóðurflakar til Bakkafrost í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57