Grøna elframleiðslan í Føroyum vaks munandi fyrra hálvár 2026. Kortini varð eingin oljusparing. Tvørturímóti hevði vaksandi elnýtsla við sær, at umleið 770 tons meira av olju vórðu brúkt enn sama tíðarskeið í fjør.
Samlaða elframleiðslan var slakar 266 gigawattímar. Tað eru góðir 16 gigawattímar, ella 6,5 prosent, meira enn fyrra hálvár 2025.
Grøna framleiðslan vaks úr 130 upp í slakar 143 gigawattímar. Tað svarar til ein vøkstur upp á nærum 10 prosent. Grøni parturin av samlaðu elframleiðsluni hækkaði samstundis úr 52 upp í 54 prosent.
Vindorka var størsta grøna orkukeldan
Vindorka var størsta grøna orkukeldan við 83 gigawattímum, meðan vatnorka framleiddi slakar 55 gigawattímar.
Men termiska framleiðslan vaks eisini. Hon fór úr 119,5 gigawattímum fyrra hálvár 2025 upp í góðar 123 gigawattímar sama tíðarskeið í ár. Vøksturin svarar til eina meirnýtslu upp á umleið 770 tons av olju.
Í meginøkinum vaks elframleiðslan 5,5 prosent, og grøni parturin hækkaði úr 52 upp í 54 prosent.
Grøni parturin minkaði í Suðuroy
Í Suðuroy vaks elframleiðslan 20,7 prosent. Stórur partur av vøkstrinum kom tó frá termiskari framleiðslu. Tí minkaði grøni parturin úr góðum 49 niður í góð 47 prosent.
Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev, sigur, at nýggj vindorka er avgerandi, um oljunýtslan skal minka. Hann vísir serliga á ætlaðu vindmyllulundina á Sandi og møguleikan fyri fleiri vindmyllum í Suðuroy.
Sólorka hevði framvegis lítlan týdning fyri samlaðu elframleiðsluna. Skrásettu sólorkuskipanirnar framleiddu tó meira enn 230 megawattímar. Tað svarar til eina oljusparing upp á nærum 50 tons.