Ongi úrslit

Grønt orkuskifti: Nýggj loysn kann minka munandi um oljunýtsluna

Eitt nýtt samstarvsmodell kann gera tað møguligt hjá stórum føroyskum ídnaðarfyritøkum at skifta oljuna út við grøna elorku.

© Sev.
Frá olju til grøna orku: Nýggja uppskotið hjá Sev kann gera tað lættari hjá stórum føroyskum fyritøkum at leggja oljuna á hillina.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Stórar føroyskar ídnaðarfyritøkur kunnu fáa nýggjar møguleikar at skifta oljuna út við varandi orku. Sev arbeiðir við einum nýggjum samstarvsmodelli, sum skal gera tað lættari hjá ídnaðinum at leggja um til grøna orku.

Eitt ítøkiligt dømi er Eysturlund, sum eftir ætlan skal framleiða elorku til Havsbrún.

Nýggj loysn skal rudda forðingar av vegnum

Sambært Sev hevur higartil ikki borið til at finna hóskandi loysnir til stórar ídnaðarfyritøkur, sum brúka nógva olju, innan fyri verandi lógarverk.

Longu í veðurlagspolitikkinum frá 2021 varð staðfest, at tørvur var á at leggja ídnaðin um frá olju til elorku. Serliga fóðurframleiðsla og stórar maskinur í byggivinnuni vórðu nevnd sum stórir oljunýtarar.

Nú er eitt nýtt samstarvsmodell skotið upp.

Skipanin byggir á, at ein orkuframleiðari selur varandi elorku til Sev, sum síðani selur hana víðari til ein ávísan brúkara, ið nýtir streymin í staðin fyri olju.

Talan kann millum annað vera um elketlar, hita til ídnaðarframleiðslu, framleiðslu av grønum brennievnum og elnýtslu á orku- og oljupallum.

Vanligi elkundin skal ikki gjalda

Ein týðandi partur av uppskotinum er, at vanligir elkundar ikki skulu gjalda fyri kostnaðir og fíggjarligan váða, sum standast av einstøku verkætlanunum.

Hesar útreiðslur og hesin váði skulu í staðin berast av pørtunum, sum luttaka í verkætlanunum.

Sev skal standa fyri flutningi, máting og avrokning av orkuni og samstundis tryggja, at elskipanin verður rikin á tryggan og skipaðan hátt.

Sambært Sev eru orkumyndugleikin, umboð fyri ídnaðarvinnuna og Sev nú í samskifti um eina felags loysn, sum kann minka munandi um oljunýtsluna í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

8 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07