Gunnvá Zachariasen varð heiðrað, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar í Messuni í Sørvági í kvøld.
Hon hevur í nógv ár verið ein týðandi drívmegi í føroyskari palllist, bæði sum sjónleikari, leikstjóri, framleiðari og fyriskipari.
Í grundgevingini verður dentur lagdur á, at hon hevur verið við til at menna og víðka um føroyska palllist, bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur eisini staðið fyri fleiri spennandi samstarvum við onnur listafólk og víst stórt listarligt fjølbroytni.
Gunnvá Zachariasen er fødd í 1973 og varð útbúgvin sjónleikari á Statens Teaterskole í Keypmannahavn í 2000.
Hon byrjaði sína yrkisleið á føroyskum sjónleikarapallum í 1990-árunum og hevur síðani arbeitt sum sjónleikari í Føroyum, Danmark og USA.
Eftir lokna útbúgving flutti hon aftur til Føroya. Hon hevur verið ein av drívkreftunum í leikbólkinum TVAZZ, sum hevur sett fleiri sjónleikir á pall.
Millum leikirnar, hon hevur verið við í, eru Ginusøgur, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa, Tey óndu og Stovugenturnar.
Gunnvá Zachariasen hevur eisini royndir sum filmsleikari. Hon hevur millum annað verið við í føroyska filminum Bye Bye Bluebird og danska filminum Flyvende farmor.
Við Mentanarvirðisløn landsins fær hon nú almenna viðurkenning fyri sítt drúgva arbeiði við at menna føroyska palllist og gera hana sjónliga bæði heima og uttanlands.