Ongi úrslit

Hamradun á pall í Danmark: Føroyskur rokkur skal runga í Lyngby

Víkingatónar, gomul føroysk kvæði og harður rocktónleikur verða á skránni, tá Hamradun 7. november spælir á spælistaðnum Templet í Lyngby, norðan fyri Keypmannahavn.

Gomul føroysk kvæði í nýggjum rockbúna. Hamradun tekur serføroyska tónleikin við sær á pall í Danmark 7. november.
Edmund Jacobsen
28 minuttir síðan

Konsertin verður lýst undir heitinum Hard folk-rock from the North Atlantic, og dentur verður lagdur á føroyskan mentanararv og søgur úr víkingatíðini.

Hamradun hevur gjørt tað til sítt serliga eyðkenni at sameina gomul føroysk kvæði og vísur við nútímans rocktónleik.

Danski rockbólkurin Going for the One verður eisini við á konsertini.

Bólkurin er mannaður við trimum kvinnum og spælir melodiskan popp- og rocktónleik við íblástri úr 1990-árunum.

Tíggju ár við føroyskum kvæðarokki

Hamradun varð stovnaður í 2015 og hátíðarhelt í fjør, at tíggju ár vóru liðin, síðan fyrsta útgávan kom út. Tað varð gjørt við einari konsert í SALT.

Síðan fyrstu útgávuna hevur bólkurin eisini givið út Hetjuslóð og Nætur níggju.

Pól Arni Holm er sangari í Hamradun. Hinir limirnir eru Uni Debess, Fríði Nordenskjold Bjørgvin, Heri Reynheim, Finnur Hansen og Rani Christiansen.

Bólkurin hevur gjøgnum árini spælt bæði í Føroyum og aðrastaðni í Evropa. Í august í ár spældi Hamradun eisini á Summarfestivalinum í Klaksvík.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22 tímar síðan

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

5 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07