Í sambandi við útgávuna sigur Hans Andrias Jacobsen, at hann hevur glett seg leingi at vísa lagið fram. Hann upplýsir eisini, at Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað tekstin til lagið. Alvin Ellebye og Mikkjal Hvannastein hava staðið fyri tí tekniska arbeiðinum, meðan Hans Poulsen hevur staðið fyri miksing og mastering.
Kendur í Føroyum og uttanlands
Hans Andrias Jacobsen hevur seinastu árini arbeitt við nýggjum tilfari, og “Dreymurin” er sambært honum fyrsta av fleiri nýggjum løgum, sum eru á veg.
Hann er kendur fyri sínar framførslur og vann tónleikakappingina Sement í 2025. Longu í 2012 varð hann eisini kosin ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards.
Harumframt er hann fastur limur í bólkinum Grandma’s Basement úr Klaksvík.
Lurta á Spotify: https://open.spotify.com/track/5d8HX37hSiZlzmUlzXvqr9?si=dec05bd983b64795
Lurta á Apple Music: https://music.apple.com/dk/album/dreymurin/1889369513?i=1889369519&l=da