Ongi úrslit

Haraldssund: Pengar settir av til nýggja byrging – men langt er á mál

Eftir 40 ár við einari fyribils byrging um Haraldssund eru nú pengar settir av til eina nýggja byrging. Men fíggingin er enn ikki komin upp á pláss.

© Javnaðarflokkurin.
Eftir 40 ár við einari fyribils byrging hómast nú ein loysn. Aksel, Ólavur Fríði Nybo og Eyðgunn hittust við Haraldssund, har ætlanin um eina nýggja byrging varð umrødd.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Javnaðarflokkurin boðar frá, at pengar eru settir av til eina nýggja byrging um Haraldssund í fíggjarlógaruppskotinum.

Flokkurin fór til val upp á at fáa gongd á verkætlanina, sum leingi hevur verið á skránni.

Men enn er ógreitt, nær arbeiðið kann byrja.

– Tað manglar framvegis peningur í, men hetta er í øllum førum ein byrjan – og tað fegnast vit um, skrivar Javnaðarflokkurin á Facebook.

Fyribils loysn í 40 ár

Byrgingin um Haraldssund varð bygd fyri umleið 40 árum síðani sum ein fyribils loysn. Síðan er einki broytt, hóast tað ikki altíð er gott at koyra um byrgingina.

Hósdagin hittu Eyðgunn og Aksel borgarstjóran í Kunoyar kommunu, Ólav Fríða Nybo, sum leingi hevur arbeitt fyri at fáa eina nýggja byrging.

Við játtanini í fíggjarlógaruppskotinum er fyrsta stigið tikið, men framvegis vantar peningur til verkætlanina.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07