Ongi úrslit

Harðskapsmál og onkrar ósemjur

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini hava tað bert verið smærri uppgávur, sum løgreglan hevur tikið sær av, hóast Voxbotn var á Vaglinum og nógv fólk vóru savnað í miðbýnum.

Millum annað hava verið onkrar ósemjur millum fólk, har løgreglan hevur meklað, og tey hava eisini koyrt nøkur full fólk til hús.

Løgreglan kannar tó eitt harðskapsmál, eftir at fráboðan er komin um, at ein persónur hevur sligið ein annan, sum fekk nakað av skaða.

Málið verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin. Harðskapsmálið fór tó ikki fram inni á konsertøkinum í Vágsbotni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17