Ongi úrslit

Hava fingið kirkjustovu í Kollafirði

Eitt gott prát, ein látur ella bara tað at sita saman eina løtu, kann gera stóran mun í gerandisdegnum

folkakirkjan.fo/Hilmar Jan Hansen orð og myndir
1 tími síðan

Sunnudagin tóku tey í Kollafjarðar kirkju eina nýggja kirkjustovu í brúk. Kirkjuráðið hevur leigað kaféina við Sjógv, sum er í ovara enda á “Handlinum hjá Børga” ella CAJ. Ætlanin er at brúka hølini til kirkjukaffi og onnur savnandi tiltøk.

– Endamálið er at skapa eitt opið og hugnaligt stað, har øll kunnu koma inn á gólvið, ung sum gomul, sigur Jan Terje Edmundsson, næstformaður í kirkjuráðnum, sum er tann, ið hevur strongt mest á at fáa eina kirkjustovu.

– Vit vita, at meðan summi hava nógv fólk rundan um seg, eru onnur, ið sakna onkran at práta við ella eitt stað at koma, har tey kenna seg vælkomin. Ein kaffikoppur sær kanska ikki út av tí stóra, men kann vera byrjanin til nakað størri. Eitt gott prát, ein látur ella bara tað at sita saman eina løtu, kann gera stóran mun í gerandisdegnum.

Hann vísir á, at kirkjan ikki bara er eitt stað, har fólk koma saman til guðstænastu, at hoyra Guðs orð, at syngja sálmar og biðja saman, men eitt stað, har fólk møtast sum menniskju, vísa hvørjum øðrum umsorgan og styrkja felagsskapin sínámillum.

Karmur um onnur tiltøk við
– Hetta átakið tó ikki bara snýr seg um kaffi og køkur, men um at skapa ein felagsskap, har øll kunnu kenna seg vælkomin og hoyra til, sigur Jan Terje og nevnir møguleikan fyri at kunna skipa fyri eitt nú sangi, hugnaløtum og øðrum, ið kann savna fólk og skapa gleði í bygdini.

https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/hava-fingid-kirkjustovu-i-kollafirdi

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

17 tímar síðan

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Nógv boð um stormskaða í dag

14. oktober kl. 17:24

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40