Tað er áhugi fyri at seta búgv í Sundalagnum. Tað staðfesta tey í kommunustýrinum.
Seinnapartin í dag, beint eftir døgurða, verður alment hátíðarhald í sambandi við at útstykkingin omanfyri vegin á Oyrarbakka verður handað kommununi.
Talan er um grundstykki til 11 sethús, sum Articon hevur gjørt byggibúgvin fyri kommununa,
Umframt sjálv grundstykkini er eitt savnandi miðøki fyri allan býlingin eisini gjørt.
Nýggju grundstykkini vórðu sett til sølu síðsta fríggjadag og longu nú eru sjey av teimum 11 stykkjunum umbiðin og seld.
Kommunan sigur at á hátíðarhaldinum fara umboð fyri Articon og Sunda kommunu at siga nøkur orð, vit fáa grillaðar pylsur, ís og gott at drekka.
Veðurlíkindini eru sera góð, og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til hátíðarløtuna, sigur kommunan.
Stykkini kosta slakar 250.000 krónur hvørt, so tað er nakað væl bíligari enn nógva aðrastaðni fyri eitt byggibúgvið grundstykki.
Tey siga, at grundstykkini eru á einum hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum plássi og við góðum útsýni og tað er stutt er bæði dagstovn, skúla og handlar, so tey hava allar hentleikar, fólk hava brúk fyri, eisini barnafamiljur.
Í kommununi eru tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi og bussarnir koyra ímillum bygdirnar í ímillum klokkan 16 og 22 gerandisdagar.