Ein tann fyrsta uppgávan hjá Løgtinginum nú nýtt tingár byrjaði ólavsøkudag, er at velja tveir limir og tvey eykalimir í Norðurlandaráðið.
Samgongan hevur valt Sunnvá Dahl Høgfeldt úr Sambandsflokkinum sum fastan lim og Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, er varalimur
Andstøðan hevur valt Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna fyri Tjóðveldi sum fastan lim og eykalimur er Høgni Hoydal, eisini úr Tjóðveldi.