Tað hevur verið serstakliga nógv fólk í býnum á ólavsøku í nátt. Løgreglan sigur, at undir midnáttarsanginum var so nógv fólk á Vaglinum, at tað var illa framkomandi.
Um tvey tíðina í nátt var ein streymur av fólki á veg til hús, men har var so nógv fólk, at tað var ikki fyrrenn um seks tíðina í morgun at tað sást, at miðbýurin av við at tømast fyri fólk.
Og nú, klokkan átta í morgun, eru bara nøkur fá tandur eftir í býnum, sigur løgreglan.
Men tey siga, at tað hevur verið serstakliga friðarligt. Nakrar ferðir tóku illstøðu seg upp, men tá fekk løgreglan lagt upp í og fekk sent partarnar í hvør sína ætt, áðrenn tað endaði við bardaga.
Nøkur drukkin fólk eru eisini hjálpt á føtur aftur, men løgreglan sigur, at tey hava eingi mál um harðskap.
Tey hava hava havt eitt fólk í brummuni í nátt, sum skuldi sova rúsin av sær.