Ongi úrslit

HB hevur havt 22 venjarar í 22 ár

Í kvøld boðaði HB formaðurin Ransin N. Djurhuus frá, at nevndin nú leggur frá sær, og at nýggj nevnd verður vald á eykaaðalfundi, sum verður týskvøldið 14. juli

Lukasz Cieslewicz er 22. HB venjarin í 22 ár
Jóannes Hansen
5 tímar síðan

HB nevndin leggur nú frá sær, og nýggj nevnd verður vald á eykaaðalfundi. Á hb.fo stendur í kvøld, at eykaaðalfundurin verður týsdagin 14. juli, og at einasta mál á skránni er val av nevnd, og so verður lagt aftrat, at allir limir í HB eru hjartaliga vælkomnir at møta.

HB formaðurin Ransin N. Djurhuus segði fyrr í kvøld fyri bolt.fo, at at orsøkin er, at tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós í HB og núverandi starvsnevnd heldur, at hetta er rætta løtan at loyva nýggjum kreftum framat, áðrenn sáttmálar við høvuðsvenjara og leikarar til komandi ár verða gjørdir.

Tá ið formaðurin sigur,at tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós, so skilst tað á øðrum keldum í HB, at talan er um fyrrverandi spælarar og nevndarlimir, sum fyrireika seg at taka við aftur í felagnum.

Ransin N. Djurhuus hevur verið formaður í HB síðani 15. februar 2023, tá ið hann tók við eftir Páll Mohr Joensen.

Støðan hjá besta mansliðnum er ikki, sum hon plagar at vera. HB er á fimta plássi við 18 stigum. Tað eru 15 stig fram til oddaliðið NSÍ, 13 stig fram til KÍ, átta stig fram til B36 og fýra stig fram til Víking, sum við 4-0 heimasigri í gjárkvøldið sendi HB úr steypakappingini.

Í Sosialinum í dag er talva, sum vísir, at síðani 2005, tá ið landskappingin varð víðkað at fevna um 27 umfør, hava 22 venjarar havt ábyrgdina av besta liðnum í 22 ár.

Í síðstu viku varð venjarin André Olsen sagdur úr starvi. Lukasz Cieslewicz er fyribilssettur venjari. Nú verður tað uppgávan hjá nýggjari nevnd at seta nýggjan venjara.

Undan summarsteðginum fer HB í landskappingini mánakvøldið at spæla á heimavølli ímóti Skála ÍF og annan sunnudag á útivølli ímóti 07 Vestur. Í Europa Conference League fer HB at spæla ímóti skotska Motherwell. Fyrri dysturin verður hósdagin 23. juli á útivølli og tann seinna hósdagin 30. juli á heimavølli.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

11 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57