Nú er summarfrí í landskappingini í Meistaradeildini. Punktum undan summarsteðginum varð sett í sólini á Dungasandi í Sørvági í dag. Næstu vikurnar fara KÍ, NSÍ, Víkingur – týsdagin og hósdagin – og um ólavsøkumundið eisini HB at spæla í Europa. Hini liðini halda stutta summarfítíð, áðrenn tað verður tørnað til aftur.
Fyrsti landskappingardysturin eftir summarsteðgin verður ólavsøkuaftan, tá ið tað í Gundadali vrður grannauppgerð millum B36 og AB.
Eftir 1-0 sigur í Klaksvík ímóti greipuvinnarunum í KÍ, var í 07 Vestur við spenningi bíðað eftir, at kreppurakta HB fór at vera gestur á Dungasandi.
Ímóti HB var avrikið hjá 07 Vestur vánaligt, og úrslitið stórt vónbrot.
Krepputosið í og viðvíkjandi HB er burtur. Í góðveðrinum í dag vann HB 4-1, og harvið er úrtøkan tríggir sigrar, síðani Lukasz Cieslewicz tók við sum venjari – 3-0 ímóti B36 og 4-1 ímóti Skála í Gundadali og so í dag 4-1 á útivølli ímóti 07 Vestur. HB hevur nú 24 stig, og tað eru tvey stig fram til Víking og trý stig fram til B36 og bronsuplássið, sum heilt víst ber europeiskt atgongumerki við sær.
Hjá 07 Vestur var dagsins avrik í fyrra hálvleiki heilt vánaligt og líkt liði, sum er undir niðurflytingarstrikuni, og sum í summarsteðginum fer at hava fokus á fyrireikingunum at stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður.
Tað var 3-0 eftir fyrra hálvleik, og tað kundi kanska havt verið øðrvísi, tá ið vongverjin í høgru Ola Arntsen eftir horna við framúr fluktskoti sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Bjarta Vitalis Mørk í HB málinmm.
HB vant burturúr mótstøðumonnunum. Heilt stóri maðurin var Mathias Voss, sum spældi við 07 Vestur, tá ið hann í 2022 kom til Føroya, áðrenn hann í 2024 flutti til HB. Hann var framrættaður í høgru, har heimaverjan hevði stórar trupulleikar, og hann legði upp til tvey tey fyrstu málini, sum Jákup Thomsen skoraði. Hann er av álvara komin fyri seg og er nú sjálvskrivaður fremsti maður hjá HB.
3-0 málið skoraði Mathias Voss eftir fínt einmansavrik.
Eftir steðgin var tað rættiliga friðarligt í góða summarsteðginum. Tá var heimaliðið meiri á bóltinum, uttan at tað var serliga vandamikið, og setningurin var at halda tørn. Soleiðis var tað, inntil tað restaðu 20 minuttir, tá eydnaðist tað Jonathan Flensborg eftir innlegg úr høgru frá innskifta Rasmus Helgason at minka um munin. Hetta var annað málið í ár hjá Jonathan Flensborg í ár.
Tveir minuttir undan leikloki var tað innskifti miðvallarin Amitou Diop, sum setti bóltin í málið og staðfesti 4-1 HB sigurin. Uppleggið átti innskifti Emiye Moses. Hetta var fyrsta málið hjá Diop, síðani hann í vetur flutti úr TB og til HB.
NSÍ | 16 | 10 | 4 | 2 | 30 | 16 | 34 |
KÍ | 16 | 8 | 7 | 1 | 31 | 12 | 31 |
B36 | 16 | 7 | 6 | 3 | 27 | 20 | 27 |
Víkingur | 16 | 6 | 8 | 2 | 24 | 16 | 26 |
HB | 16 | 7 | 3 | 6 | 28 | 23 | 24 |
AB | 16 | 6 | 3 | 8 | 22 | 25 | 20 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 5 | 7 | 18 | 23 | 17 |
Skála | 16 | 3 | 5 | 8 | 15 | 24 | 14 |
07 Vestur | 16 | 4 | 1 | 11 | 12 | 30 | 13 |
B68 | 16 | 3 | 3 | 10 | 17 | 35 | 12 |