Eyðvør Jakobsen skal venja besta kvinnuliðið hjá HB restina av kappingarárinum. Hon tók við í juni, tá ið liðið brádliga stóð uttan venjara.
Upprunaliga var ætlanin, at hon bert skuldi hjálpa til í ein mánað fram til summarsteðgin. Nú hava partarnir gjørt avtalu um, at hon heldur fram árið út.
– Eyðvør er ein av bestu venjarunum í Føroyum. Hon hevur sera gott taktiskt skil og gott menniskjaligt hegni, sigur Helga Ellingsgaard, forkvinna í HB.
Eyðvør sigur, at talan er um eina spennandi uppgávu, hóast felagið hevur mist nakrar góðar leikarar í summarsteðginum.
Oddasessur og steypahálvfinalur
HB liggur fremst í ovara bólkinum, trý stig framman fyri KÍ og tíggju stig framman fyri Víking.
Landskappingin byrjar aftur 9. august, tá ið Víkingur kemur á vitjan. HB skal eisini spæla tvær hálvfinalur í steypakappingini móti 07 Vestur.