Tað vóru nevndirnar Lag- och kulturutskottet og Social- och miljöutskottet, sum vitjaðu eftir innbjóðing frá føroyskum løgtingsnevndum.
Á skránni vóru fundir og vitjanir hjá fleiri føroyskum stovnum og fyritøkum. Løgtingsins Mentanarnevnd, Trivnaðarnevnd og Vinnunevnd vóru vertir fyri vitjanini.
Vitjanir hjá skúlum og stovnum
Lag- och kulturutskottet vitjaði saman við Mentanarnevndini millum annað Ítróttarsamband Føroya, Kringvarp Føroya, Skúlan á Fløtum, Glasir og Fróðskaparsetrið.
Sambært Løgtinginum vitjaðu álendsku gestirnir eisini Norðurlandahúsið saman við føroysku nevndunum. Mentanarnevndin hevði sjálv verið á vitjan í Álandi fyri tveimum árum síðani.
Fokus á heilsu og trivnað
Social- och miljöutskottet hevði fundir saman við Trivnaðarnevndini og vitjaði Almannaverkið, Heilsustýrið, Landslæknan og Landssjúkrahúsið.
Harumframt vitjaðu báðar álendsku nevndirnar saman við føroysku nevndunum Umhvørvisstovuna, Förka og SEV.
Vitjanin er partur av norðurlendskum samstarvi millum Føroyar og Áland. Endamálið er at geva nevndunum innlit í føroyskar skipanir, útbúgving, mentan, heilsu og vinnulív.