Ongi úrslit

Heilsustýrið við áheitan: Legg fartelefonina frá tær leygardagin

Leygardagin 24. oktober verður gjørligt at taka eina serliga avbjóðing. Heilsustýrið heitir á føroyingar um at leggja fartelefonina frá sær og vera minni framman fyri skíggjanum.

© Heilsustýrið.
Klárar tú ein dag uttan fartelefon? Leygardagin eggjar Heilsustýrið føroyingum til at sløkkja skíggjarnar, hyggja upp og geva samveru og góðum løtum meira rúm.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Legg fartelefonina frá tær, sløkk skíggjan og hygg upp. Tað er áheitanin frá Heilsustýrinum, sum leygardagin 24. oktober skipar fyri átakinum „Sløkkið saman“ fyri triðju ferð.

Endamálið er at fáa fólk at steðga á og hugsa um, hvussu nógva tíð tey brúka framman fyri skíggjanum.

Sambært Heilsustýrinum er fartelefonin vorðin ein so natúrligur partur av gerandisdegnum, at nógv kanna boð og sosialar miðlar uttan at hugsa um, hvussu ofta tey gera tað.

Ein heilur dagur ella nakrir tímar

Avbjóðingin er einføld: Legg telefonina frá tær og royn at vera uttan skíggja so leingi sum gjørligt.

Tað kann vera ein heilan dag ella nakrar tímar.

Heilsustýrið eggjar fólki til at brúka tíðina saman við øðrum, fáast við okkurt, teimum dámar, ella njóta friðin uttan órógv frá telefonini.

Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi skíggin er sløktur, men at gerast meira tilvitaður um sínar skíggjavanar.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12