Næsta ár skal heilsiverkið seta sparingar í verk fyri yvir 14,7 milliónir krónur. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu heilsuverkið verður rakt av sparingum, nú Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um fíggjarlóg fyri næsta ár.
Í talvuni niðan fyri sæst, hvussu tey ymsu økini verða rakt av sparingum næsta ár.
Sparingar í heilsuverkinum | Tús. kr. | Viðmerking |
Heilsu- og orkumálaráðið | 543 | Sparikrav |
Heilsustýrið | 1.500 | Sparikrav |
Giktafelag Føroya/Føroya Psoriasisfelag | 1.000 | Stuðul strikaður |
Heilsutrygd | 1.000 | Sparikrav |
Heilsutrygdarveitingar | 3.500 | Heilivágsráð sett |
Ein góð byrjan | 450 | Stuðul strikaður |
Landssjúkrahúsið | 5.050 | Sparikrav |
Klaksvíkar Sjúkrahús | 900 | Sparikrav |
Suðuroyar Sjúkrahús | 800 | Sparikrav |
Tilsamans | 14.743 |
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at á Landssjúkrahúsinum verða væntandi 5 - 6 heilsustarvsfólk færri á sjálvum sjúkrahúsinum.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður - eftir ætlan - eitt starv spart burtur og tað sama er galdandi fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Talan eru um starvfólk, sum hava beinleiðis við sjúklingar at gera og partvíst verður eisini spart á tekniska økinum.
Talið á kommunulæknum, sum Heilsutrygd verður ikki skert næsta ár orsakað av ætlaðum sparingum. Heilsutrygd hevði tó biðið um játtan til at seta tvey nýggj kommunulæknastørv næsta ár, men tey verða ikki sett.
Tó er játtan til tvey nýggj kommunulæknastørv í ár, men Heilsutrygd væntar at tað eina starvið, ikki verður sett fyrr enn næsta ár.
Landsstýriskvinnan sigur, at í Heilsustýrinum verður nú arbeitt fyri at finna fram til, hvussu sparingarnar skulu fremjast, men eisini har verður talan um onkra uppsøgn. Í Heilsu- og orkumálaráðnum er eitt fulltrúastarv niðurlagt.
Skulu vænta at tað fer at ávirka sjúklingar
Annars sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, at í løtuni eru ætlaðu sparingarnar í Sjúkrahúsverkinum til viðgerðar og støðutakan.
Hon sigur, at tí er ov tíðliga at siga akkurát, hvussu tær fara at ávirka sjúklingar, bíðilistar og talið á útlendskum læknum í Sjúkrahúsverkinum.
Men sum heild skulu vit vænta, at sparingarnar, í størri ella minni mun, fara at hava ávirkan á hesi viðurskifti, leggur hon afturat.
Somuleiðis er ætlanin er at strika játtanina til Giktafelagið og Psoriasisfelagið, sum hava skipa fyri serligari viðgerð í Kroatia. Í hesum sambandi eru eini 20 fólk send til viðgerð í Kroatia um árið.
Verður játtanin strikað, fer tað at standa til serlæknar á økjunum at gera av hvørja viðgerð sjúklingar skulu hava. Tað kann hava við sær, at serlæknar, bert í serstøkum førum, senda sjúklingar til viðgerð í Kroatia, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Somuleiðis er ætlanin at strika játtanina til verkætlanina »Ein góð byrjan«, ið er eitt tilboð til kvinnur við barnsburðartunglyndi og sum annars mistrívast.
Sostatt fellur tað tilboðið helst burtur. Hetta merkir, at kvinnurnar í staðin mugu venda sær til kommunulækna, sum kann ávísa til sálarfrøðing ella í serligum førum til psykiatriina.
Í hesum sambandi hevur Heilsu- og orkumálaráðið heitt á Heilsutrygd um at koma við uppskoti um, hvussu eitt tilboð til málbólkin kann skipast, sigur landsstýriskvinnan.
Harumframt er ongin játtan til serlæknapulju næsta ár. Hetta merkir, at tað fer ikki at bera til at seta serlæknar á økjum har eingin játtan er.
Eitt nú er væntandi, at tríggir serlæknar verða tøkir til at seta í starv á ávísum serøkjum næsta ár. Men teir eru serlæknar á økjum, har eingin játtan er tøk og tí kunnu teir ikki setast í starv tá ið serliga serlæknapuljan dettur burtur.