Ongi úrslit

Her er nýggi stjórin á Posta

Hann tekur við 1. desembur

Jonhard Hammer
10. november 2023 kl. 15:25

Tað er nú greitt, hvør verður nýggjur stjóri á Posta. Tey hava søkt eftir stjóra eftir at Joel Undir Leitinum segði upp og fór at royna aðrar leiðir.

Og nú hevur nevndin sett Hans Jákup Langgaard í starvið, frætta vit frá álítandi keldum.

Hann hevur drúgvar royndir í vinnuligum samanhangi.

Seinast hevur hann verið stjóri á Bilasøluni, men áður hevur hann starvast í 15 ár hjá Føroya Tele, og fyri tað tíð í 20 ár hjá Elektron.

Seinnapartin í dag vórðu starvsfólkini kunnað um starvssetanina. Sjálvur hevur hann onga viðmerking, men hann sigur, at eitt kunningarskriv verður almannakunngjørt seinni.

KvF segði hendan dagin, at 25 umsóknir vóru til starvi, báði kvinnur og menn, og útlendingar eins og føroyingar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17