Ongi úrslit

Hetta var ein av størstu føroysku vikunum í Europa

Stóri skuggin í sólskinssøguni er tað, at Odmar Færø, sum er besti verjuspælarin í føroysku kappingini, varð so illa skaddur

Fagnaðurin var stórur, tá ið víkingarnir løgdu seg á odda 2-0. Tað endaði 2-2, og so var tað íslendska Stjarnan, sum vann seg víðari í UEFA Conference kappingini við 5-3 samantaldum sigri
Jóannes Hansen
12 tímar síðan

Í gjárkvøldið megnaði NSÍ at vinna seg víðari í UEFA Conference League. Tað var vorðið sum avrik á maltesiska tjóðarvøllinum Ta' Qali, har tað vóru 32 hitastig. NSÍ vann 2-1 og samantalt 3-2. Sigursmálið skoraði Petur Knudsen við brotssparki, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Tveir minuttir undan steðginum var tað Michal Przybylski, sum legði NSÍ á odda 1-0, og átta minuttir eftir steðgin javnaði heimaliðið.

Misnøgdin var ógvuliga stór á liðnum hjá Hamrun Spartans um, at dómarin, Jérémy Muller úr Luksemborg, bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ. Heimamenninir vildu vera við, at bólturin hevði verið uttanfyri baklinjuna, áðrenn innskifti Tobias Hestad rakk honum og legði innfyri málið, har ein av verjuspælarunum tók bóltin við hondini og gjørdi klárt til málspark. Men dómarin hevði ikki bríkslað fyri málsparki, so hann bríkslaði fyri brotssparki, og í øllum hitanum var Petur Knudsen kaldur, tá ið hann umsetti brotssparki til 2-1 og samantaldan 3-2 NSÍ sigur, sum ber við sær, at NSÍ hóskvøldið í Klaksvík fer at spæla ímóti slovenska FC Koper.

Brotssparkið bar stóra øsing við sær. Dómarin vísti fýra ferðir gula kortið, og øsingin millum áskoðararnar var so stór, at tað var neyðugt hjá NSÍ hópinum at bíða góða løtu á vøllinum, meðan vaktarmenn hildu fjøldini burtur. Tá ið NSÍ ferðalagið fór í bussin var tað undir verju av løgregluliði.

NSÍ er oddalið í landskappingini, sum er sera væl fyri. Avrikið í gjárkvøldið var tað størsta hjá felagnum í europeisku kappingunum. Í 2020, tá ið tað av koronuni bara varð spældur ein dystur, vann NSÍ seg fyri fyrstu ferð víðari í europeiskari kapping, tá ið tað á Svangaskarði endaði við 5-1 sigri ímóti Barry Town úr Wales.

Í Klaksvík endaði tað 2-2, tá ið Víkingur hevði vitjan av íslendsku Stjörnuni. Víkingur var tíðliga í seinna hálvleiki frammanfyri 2-0 við málum, sum Aron Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar skoraðu, og so stóð samantalt á jøvnum 3-3. Men íslendska liðið skoraði síðstu løtuna tvey mál  og vann samantalt 5-3.

Tá ið 2-1 sigurin hjá KÍ í Luksemborg mikukvøldið verður lagdur aftrat avrikunum og úrslitunum hóskvøldið, so var henda vikan ein av teimum heilt góðu hjá føroyskum liðfótbólti í Europa.

Stóri skuggin í sólskinssøguni er, at KÍ verjuskansin Odmar Færø varð so illa skaddur í høvdinum, at hann ikki verður førur fyri at spæla aftur fleiri tær næstu vikurnar. Sambært portal.fo var talan um fimm brot í andlitinum, og eftir vikuskiftið verður Odmar lagdur undir skurð. Skaðin stóðst, tá ið Odmar varð órímuliga álopin í luftdysti.

Odmar Færø man vera besti verjuspælarin í føroysku kappingini, og tað er øgiligur smeitur bæði fyri KÍ og landsliðið, at hann nú ikki er tøkur.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

7 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57