Ongi úrslit

Hetta verður ein heilt serligur dagur hjá føroysku fólkakirkjuni - og øllum øðrum kristnum

Áki Bertholdsen
12. mai kl. 16:27

Kristi himmalfarsdag, sum er hósdagin, verður ein serligur dagur í kirkjuárinum og hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Bíbliufelagið sigur í tíðindaskrivi, tí eftir fleiri ára arbeiði, kemur Nýggja Testamenti nú út í nýggjari týðing.

Kristi himmalsfarsdag skipar Bíbliufelagið fyri gudstænastu í Vesturkirkjuni, har bispur, sum eisini er forseti í Føroyska Bíbliufelagnum, prædikar.

Gøtu kirkju ungdómskór syngur henda dagin og talvan gongur fyri heidningamissiónina hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.

Gudstænastan verður teknmálstulkað og eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi, har høvi verður at heilsa uppá stýrislimirnar í Bíbliufelagnum og at bíleggja nýggju týðingina av Nýggja Testamenti.

Tað er fyrrverandi bispur Hans Jacob Joensen, sum hevur týtt Nýggja Testamenti úr upprunamálinum. Hetta er fyrsta. týðingin úr upprunamálinum til føroyskt síðani 2937.

Bìbliufelagið sigur, at hann setti sær sum mál at gera eina økumeniska týðing, sum er ætlað øllum kristnum uttan mun til trúarsamfelag.

Í týðingini varðar Hans Jacob um liturgiska siðvenju og orðaljóð, sum hava fastar røtur í fólki okkara. Hann er tilvitaður um siðvenju innan føroyska bíbliutýðing og leggur dent á at varðveita eitt ríkt myndamál. 

Sum partur av týðingini er eitt fjølbroytt savn við fótnotum, orðafrágreiðingum og kortum. Harafturat er áherðsla løgd á at gera eina útgávu, sum er lesivinarlig, og hetta sæst m.a. aftur málsliga, í uppseting og litvali.

Hans J. Joensen var borin í heim 10. nov. 1938 í Gjógv. Hann andaðist 12. desembur í 2021. Hann var fyrst prestur í Danmark áðrenn hann flutti til Føroyar og gjørdist prestur í Havnar kirkju í 1975. Í 1990 varð hann valdur til Føroya biskup, samstundis sum føroyska fólkakirkjan gjørdist sjálvstøðugt biskupsdømi í kongaríkinum.

Hans J. Joensen var biskupur Føroya í 17 ár til 2007, tá ið hann legði frá sær fyri aldur, og hann og konan, Lisbeth, fluttu til Danmarkar at búgva.

Hans J. Joensen hevði hollan kunnleika til grikskt mál, ið Nýggja Testamenti upprunaliga er skrivað á, og í fleiri ár undirvísti hann í hesi lærugrein á Gudfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Kunnleikin til grikska málið vakti áhuga hansara at arbeiða við Nýggja Testamenti, og øll árini sum biskupur arbeiddi hann við støðugt at týða Nýggja Testamenti.

Hetta varð gjørt saman við øðrum prestum og pastorum fyri kirkjur og samkomur: Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen.

Eftir at Hans J. Joensen var farin frá sum biskupur, helt hann á at umseta Gamla Testamenti. Hans J. Joensen hevur eisini týtt »Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar«, sum kom út í 2000. Henda bókin er um tær tríggjar vanligu ella samkirkjuligu trúarjáttanirnar og Augsbursku trúarjáttanina.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57