Ongi úrslit

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

Áki Bertholdsen
27. apríl kl. 07:44

Dagurin í gjár var ein av teimum heilt friðarligu hjá løgregluni. Tað einasta, tey høvdu at taka sær av, vóru trý ferðslumál.

Millum Fjarða, har tað er loyvt at koyra 80, varð ein bilførari tikin seinnapartin í gjár fyri at koyra 110, so tað fær hann bæði bót og klipp í koyrikortið fyri.

Í Klaksvík varð ein bilførari tikin í einum krossvegi har tað eru ferðsluljós, men hann ansaði ikki eftir at hann hevði reytt ljós og tað gevur honum eisini bæði 1.500 krónur í bót fyri, umframt eitt klipp í koyrikortið.  

Og so varð ein bilførari tikin í Klaksvík við ongum koyrikorti. Tað vil siga, at talan var um ein útlending, sum hevði koyrikort úr heimlandinum. Men hann hevðí ikki býtt tað um við eitt føroyskt koyrikorti, so hjá løgregluni verður tað mett ájavnt við tey, sum koyra við ongum koyrikorti. Og tað er ein dýr søga, tí bótin er minst 5.000 krónur.

Útlendsk koyrikort úr fleiri londum eru ikki góðkend í Føroyum uttan víðari og tí skulu útlendingar, sum koyra bil í Føroyum í nógvum førum býta tað um við eitt føroyskt koyrikort áðrenn eina ávísa tíðarfreist.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57