Ongi úrslit

Hilton styrkir kantinu-tilboðið: Jákup Sumberg settur í starv sum leiðari

Hilton Garden Inn víðkar nú um kantinutænastuna og hevur sett Jákup Sumberg sum nýggjan leiðara fyri kantinudeildina. Málið er at menna góðskuna, røkka fleiri arbeiðsplássum og bjóða meira fjølbroyttar loysnir kring landið.

© Hilton Garden Inn Faroe Islands,
Jákup Sumberg.
Edmund Jacobsen
22. mai kl. 13:21

Hilton Garden Inn hevur sett Jákup Sumberg í starv sum leiðara fyri kantinudeildina. Hann skal hava ábyrgdina av kantinutilboðnum til fyritøkur og stovnar kring landið. Sambært stjóranum er hetta eitt týðandi stig í víðari menningini av tænastuni.

Stjórin, Rógvi Mikkelsen, sigur, at fyritøkan við hesum ætlar at styrkja bæði tilboðið og góðskuna á matinum, sum verður latin starvsfólkum hvønn dag.

Dentur á vøkstur og fleiri loysnir

Seinastu tvey árini hevur Hilton arbeitt við at menna eina matartænastu við kantinuloysnum og fastari manning. Sambært fyritøkuni hevur undirtøkan verið sera góð, og tí verður tilboðið nú víðkað.

Nýggja ætlanin fevnir eisini um smærri kantinuloysnir til arbeiðspláss við minni tørvi, umframt møguleikan at keypa starvsfólkamat til serlig høvi.

Heilsugóður matur sum dagligt hæddarpunkt

Jákup Sumberg sigur, at matur hevur stóra ávirkan á gerandisdagin og trivnaðin á arbeiðsplássinum. Hann leggur dent á góðar rávørur, nógv føðsluvirði og at skapa eina góða matuppliving.

Sambært upplýsingunum byrjar hann í starvinum mánadagin 4. mai.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

23 tímar síðan

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57