Ongi úrslit

Hølini eru klár: Enn er nýggja læknaviðtalan í Vágum ikki mannað

Hølini til kommunulæknaviðtaluna eru klár, men viðtalan er enn ikki tikin í nýtslu. Nú verður ein greið tíðarætlan eftirspurd.

© Sasun Bughdaryan / Unsplash.
Undanfarna samgonga og fíggjarnevndin játtaðu pening til nýggju viðtaluna, og kommunurnar hava gjørt hølini klár. Kortini er viðtalan enn ikki tikin í nýtslu.
Edmund Jacobsen
4. august kl. 07:30

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, ein skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum.

Hann spyr, nær landsstýriskvinnan væntar, at viðtalan verður mannað. Hann vil eisini vita, um arbeitt verður fyri, at ein kvinnuligur kommunulækni verður knýttur at kommunulæknaskipanini í Vágum.

Hølini eru klár

Undanfarna samgonga og fíggjarnevndin játtaðu pening til nýggju viðtaluna, og kommunurnar hava gjørt hølini klár. Kortini er viðtalan enn ikki tikin í nýtslu.

Í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum. Jóhannis Joensen vísir á, at fleiri borgarar hava ynskt eisini at kunna velja ein kvinnuligan kommunulækna.

Sambært upplýsingum, sum áður eru givnar, var ætlanin, at viðtalan skuldi vera klár í 2026. Nú verður landsstýriskvinnan biðin um at greiða frá, nær hon verður mannað.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39