Ongi úrslit

Hugburðurin til býlið broytist hjá føroyingum

5.500 føroyingar búgva í dag einsamallir í egnum húski

Árni Gregersen
15. mai kl. 09:00

Íbúðarneyðin, ella bústaðarneyðin, fylti nógv í valstríðnum undan løgtingsvalinum. Stóri munurin á eftirspurningi og og útboði av íbúðum í Føroyum er høvuðsorsøkin til, at tað er so torført hjá ungum, sum fyrstu ferð skulu seta føtur undir egið borð, at sleppa framt bústøðum, í Føroyum.

Høgu prísirnir – fyrst og fremst kring miðstaðarøkið, ger tað næstan ómøguligt at fáa nakað at búgva í, uttan hjálp – prísirnir eru methøgir um ein ætlar at keypa og útboðið á leigubústøðum er lítið.

Tá ið talan er um at seta føtur undir egið norð, hevur tað í Føroyum gjøgnum nógv ár merkt, at ein skal eiga eini sethús, sum til ber at ganga rundan um.

– Tað er rætt, at soleiðis hevur tað verið, men ein hugburðsbroyting er á veg, sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur.

– Vit síggja tað og vit merkja eisini á eftirspurninginum, at fólk nú væl duga at síggja fyri sær, at tey kunnu búgva í íbúðum heldur í sethúsum, sigur hann.

Nýggir hættir

Ósbjørn Jacobsen vísir á, at í dag er møguligt at byggja íbúðir á annan hátt enn tað, sum vit í stóran mun hava sæð higartil. – Tað verður í stóran mun tosað um prís og kanska prísin fyri hvønn fermetur, men ikki so nógv um, hvat krevst hjá húskinum at hava í einari íbúð.

–  Vit tosað sjáldan um, at tað ber til at byggja íbúðir saman, har sum ein partur av tí, sum vit eru von at hava í húsunum, heldur kunnu felagshøli, sum vit kunnu leiga afturat, tá ið vit hava brúk fyri tí. Tað er vanligt, at slíkt verður gjørt aðrastaðni – eisini í okkara grannalondum. ‘Í politiska orðaskiftinum undan valinum tyktist semja vera um, at bústaðarneyðin er ein stór forðing fyri, at ungir føroyingar, sum hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving, flyta heimaftur.

Fortreytin fyri, at hesi ungu flyta heimaftur er, at nakrar grundleggjandi treytir eru uppfyltar – at arbeiði er at fáa, at korini hjá børnum við dagstovnum og skúlum, eru góð og at til ber at finna eitt stað at búgva í uttan a tað er so dýrt, at inntøkan illa røkkur til tað.

Ósbjørn Jacobsen sigur, at tað er torført at siga heilt neyvt hvussu stór ein íbúð skal vera til hvørt húski, men hann vísir á, at verður hugt at hvussu nógvar fermetrar hvør persónur hevur, sum býr í íbúð í stórbýum kring um í grannalondum okkara og annars, eru teir ikki nógvir samanborið vit tað, sum vit vanliga hava í Føroyum.

Nýggjar loysnir og nýggir møguleikar

Við tí hugburðsbroyting, sum so smátt er farin at síggjast, til hvat slag av bústaði, føroyingar vilja hava, ber til at fara eitt sindur víðari fram og veksa um møguleikarnar av íbúðarsløgum.

– Vit kunnu lætt síggja fyri okkum, at tey, sum fyrstu ferð fara á bústaðarmarknaðin, kunnu trívast íbúðum, har ein partur av tí, sum tey hava brúk fyri, kann vera ein partur av felagsøkinum.

– Eg hugsi um høli, sum skulu brúkast til annað enn at búgva í hvønn gerandisdag – veitsluhølir, høli til frítíðarítriv, goymsluhølir og annað.

– Hetta er eisini nakað, sum kann gerast til eldri fólk, sum kanska vilja flyta úr stórum sethúsum. Hesar íbúðirnar kunnu eisini hava atgongd til at leiga kømur um fólk fáa vitjan av børnum og barnabørnum til dømis, men sum annars høvdu staðið tóm í einari íbúð, heldur arkitekturin.

Tilsamans eru sløk 20.000 hús og íbúðir í Føroyum í dag. Útboðið er ikki nóg stórt og undan valinum søgdu allir teir politisku flokkarnir, at hetta skal broytast. Spurningurin er bert hvussu hetta skal gerast. – Møguleikarnir eru fleiri og ein hugburðsbroyting er á veg. Trupulleikin skal loysast, tí tað er ein fortreyt fyri at vit framhaldandi hava eitt samfelag, sum dregur okkar ungu heimaftur, sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Skuldsettur fyri brot á 266 b

23 tímar síðan