Ongi úrslit

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

Mál og mentan stóð fyri skotum. Menniskjahandil. Familjur vórðu koyrdar sundur. Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual er leikur um meira óghugnaligu síðurnar av norðurlendsku søguni. Leikurin, sum Gunnvá Zachariasen spælir við í, verður spældur í Norðurlandahúsinum 21. oktober kl. 17.

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Hvat hava vit í felag, tá vit siga, at vit eru Norðurlond? Hvat finna vit, um vit seta sjóneykuna á kolonisøguna í Norðurlondum?

Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual savnar listafólk úr Føroyum, Grønlandi, Sámalandi, Danmark og Noregi í verki um kolonisering, vald og slóðirnar, ið søgan hevur elvt til í Norðurlondum.

Leikmyndin er eitt livandi landslag, sum samiska myndlistakvinnan Stina Aletta Aikio hevur gjørt. Jørð, vøkstur og glas eru partur av pallmyndini, og leikarar og áskoðarar flyta, skapa og upploysa jørðina saman. Tónleikur, tekstur og kroppur gerast partur av saman rúmi.

Leikurin er spældur ymsastaðni í Norðurlondum, og verður á hvørjum staði til nakað nýtt við staðbundnum listafólki, ið er við sum gestur. Í Føroyum verður Gunnvá Zachariasen við. Sýningin hevur eisini ein annan føroying við: Tónaskaldið Tróndur Bogason hevur gjørt tónleikin til verkið.

Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual hevði frumsýning á tjóðleikhúsinum í Nuuk í 2023 og hevur síðani verið spældur bæði í Noregi, Sámalandi, Finnlandi og Danmark.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12