Ongi úrslit

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

Birgir Kruse
38 minuttir síðan

Nú skúlin í eitt knapt mannaminni hevur givið okkum lesitøl, sum í førleika, serliga fyri dreingirnar, ikki hava verið nakað at reypa av, kann tað kennast sum ein í so brøtt avbjóðing, at lýsa við spyrjandi yvirskriftini Hvussu fáa vit børn at lesa meira? í einum handli eftir afturlatingartíð.

Men allar beteinkiligheitir vórðu gjørdar til skammar, tí her møttu heilt nógv fólk, og huglagið var so fresh, sum eg aldri havi upplivað í bókahøpi fyrr. Millum allar bøkurnar vóru stólarnir góðir at sita í, ljósið og ljóðið var eins gott og kaffi, sum kom við marsipan, sjokulátu og karamellum.

- Byrja tíðliga at lesa og vísið teimum bøkur, tí tað er líka so týdningarmikið, sum at busta tenn, er afturvendandi niðurstøðan og boðini á bókakvøldinum í Riti og Ráki hóskvøldið.

Eilen Anthoniussen hevur skipað fyri, og helst verða líknandi tiltøk framyvir.

Kári Árting, bókahandilsstjóri, innleiddi við bókini Kig Op í hondini.

- Lesing og skrolling á telefon og lesing í eini bók er ikki tað sama. Í fyrilestri í Norðurlandahúsinum í gjár, greiddi Jakob Sorgenfri Kjær, sum hevur skriva bókina Kig Op frá, at vit í dag brúka 350 orð færri í samskifti okkara millum, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani, og hetta kemur at ávirka okkara orðfeingi.

Kári nevndi Pisa kanninginarnar, sum sjálvdan verða bornar fram við fagnaði.

- Nýggja Pisa kanningin vísur, at 42 prosent av føroysku næmingum í 9. flokki lesa á einum støði, har tey eru í vanda fyri at fáa trupult við at fullføra eina miðnámsútbúgving. Tað er ikki bara ein trupulleiki fyri einstaka næmingin. Tað er ein trupulleiki fyri alt samfelagið. Vit tosa ofta um lesihug. Men áðrenn hug kemur førleiki. Lesing er ikki bara eitt mentanarligt virksemi. Tað er ein grundleggjandi demokratiskur førleiki. Eitt samfelag byggir á, at borgararnir duga at lesa, skilja og fyrihalda seg kritiskt til kunning. Megna vit ikki tað, verða vit lættari móttakilig fyri einføldu svarunum og skjótu yvirskriftunum. Fjølbroytni hvørvur. Samstundis gera bókmentir nakað annað, sum eingin algoritma kann. Tær geva okkum atgongd til lívið hjá øðrum menniskjum. Tær  læra okkum at skilja fólk, sum liva øðrvísi enn vit sjálv. Hon mennir samkenslu, ímyndingarevni og umhugsni. Tí hava vit brúk fyri meira av hesum - ikki minni, segði Kári Árting, og greiddi frá, at Maria Lenskjold Christensen frá Læseuniverset, ofta ber lesing saman við at busta tenn.

- Tað er ikki vónleyst at lyfta lesistøðið hjá einum barni. Men tað krevur nakað av okkum vaksnu. Nógv foreldur siga okkum, at gerandisdagurin er strævin, og at lesingin verður skumpað til vikuskiftið ella feriuna. Tað er skiljandi. Men soleiðis virkar lesing ikki. Eingin hevði sagt, at børn bara skulu busta tenn í vikuskiftinum. Lótu vit dagligu tannbustingina vera, hevði ávirkanin skjótt horvið. Júst soleiðis er tað við lesing. Tað er dagliga venjingin, sum ger børn til tryggar lesarar - ikki longu lesiløturnar av og á. Lesing er ikki øðrvísi. Eitt korter hvønn dag ger nógv størri mun enn tveir tímar ein sunnudag. Upplestur er heldur ikki bara fyri tey minstu. Tvørturímóti. Tá vit lesa upp, leggja vit telefonina frá okkum. Vit eru saman um eina søgu. Vit tosa um hana, meðan vit lesa. Barnið upplivir, at bøkur eru nakað, mann deilir - ikki nakað, mann verður sendur inn á kamarið við.

Í glitrandi handlinum við hópin av bókum, innlendskum og útlendskum í øllum formatum fyri stór og smá, greiddi Kári eisini frá, hvussu nógvar bøkur eru her, og enn koma út á føroyskum, hóast bæði mál og marknaður eru avmarkaði.

- Ein kundi hildið, bøkur eru við at tapa bardagan. Tað koma á leið 200 nýggjar bøkur út á føroyskum um árið, og nógvar verða seldar í einum rímuligum upplagið - enn. Men í heimshøpi eru vit eitt lítið og viðbrekið mál. Føroyskt er okkara, og bara okkara. Ansa vit ikki eftir sjálvi, kunnu vit vera fyri hóttafalli, tí ávirkanin, serliga úr enskum er stór. Tí er lesingin og føroyska bókin ábyrgdin hjá okkum øllum.

Jonna Fritsdóttir Mortensen og Elin á Rógvi, sum er rithøvundur, og sum vit í báðum førum kenna frá Barnaútvarpinum, greiddu frá royndum, afturmeldingum, yndisbókum og um týdningin, sum er í tí, at vaksin lurta og lesa saman við børnum. Fyri drúgva lesifremjandi arbeiði í Barnaútvarpinum, hevur Rithøvundafelagið skotið upp, at tær báðar fáa fleir millióna stóru Astrid Lindgren virðislønina.

- Góða Elin og Jonna, eg eiti Eilen - eg eri úr Klaksvík, men eg búgvi í Havn. Koma tit oman í Rit og Rák í kvøld? Hvat sigur tú Elin, skulu vit fara? Ja, kom avstað!

So er senuskift og vit eru í Barnaútvarpinum við jinglu og øllum, og tó mitt í bókahandlinum hjá Kára, Rit & Rák.

- Ja, Elin nú eru vit her og her eru so nógv fitt fólk, skulu vit fara at spyrja tey, um tey hava busta tenn í dag? Ella lisið ella vant? Skulu vit byrja?

So er innleggið ella ljóðmyndin í gongd mitt í millum okkum. Fresh og likatil beint fram, so øll eru við, uttan at verða tyngd av teknokratiskum kanningum, sum siga okkum lítið annað, enn at vit bara skulu vita, at vit einki duga. Sirka har umleið haldi eg at kunnungarapparatið hjá skúlanum hevur lukkast at handfara okkara kannaðu pisur, og um tær spýta rætt uppaftur, tað sum tær vórðu fóðraðar við. Skúlin og lesifólk mugu sleppa úr hesum miðlaða hafti.

- Hey tit! Elin og eg hava glett okkum so nógv til í kvøld, og tað følist so heimligt at vera í Rit&Rák umringaðar av barnabókum og ikki minst so góðum fólki! Vælkomin - eru tit til reiðar?!

- Spentu eyguni - spílandi oyruni - djúpu spurningarnir. Tey sansa heimin, smakka orðini og undrast um smálutir og tað stóra  - heimurin er víðopin og fyrstu fetini spela avstað. Børnini!!! Og børnini eru tað besta vit eiga, tað dýrabarasta. Tey eru fyrsti og týdningarmesti lurtarin og besti bókaklubbur, tú kanst vera í. Tey eru spælandi, krittisk, filosofisk og stuttligast.  Men hvat geva vit teimum at eta? Hvat er á tallerkinum? Hvørjar myndir, hvørji orð, hvørjir setningar, hvørji orð, sum smakka væl? Børnini! Síggja vit tey? Hoyra vit tey? Í dagsins samfelag gongur alt við rúkandi ferð, men samstundis hava vit ongantíð so góða tíð, sum nú. Alt bleiktrar og er so litfagurt og nýggi óspilti heilin er overvaður og fær 1000 gigabite inn við móðurmjólkini.  Men við søgum og bókum sløkkja vit skíggjan og fara í annan heim, har vit læra onnur at kenna og samtundis kenna okkum aftur. Í barnaútvarpinum í dag, noy eg meini í Rit og Rák í kvøld fara vit at tosa um tað, vit báðar fáast við hvønn dag, tað stuttligasta av øllum - børnini og søgurnar. Yvirskriftin er Lurta og Les saman. Vit hava brúk fyri felags upplivingum, og tá ið vit lurta og lesa saman, geva vit børnunum umsorgan, fjølbroytt orðaval, forvitni, kærleika og ikki minst hugnaligar løtur og gerandisdagurin hjá fleiri ættarliðum verður sameindur.

Eftir henda marton spurt hjá Jonnu fáa vit ein søguligan fyrilestur um elsta barnið í Útvarpinum.

- Barnaútvarpið er elsta barn í Kringvarpinum. Tað hevur skjótt verið til í 70 ár. 6. februar í 2027 verður Útvarpið 70. Føroyingar hava uppalt síni børn at lurta væl. Fyrr í tíðini kendu øll Thorbjørn Egner og hansara søgur um Fólk og Dólgar í Kardumummubýnum, um Karius og Baktus og um Klintrimús, tí hesar søgur vóru at hoyra, hvørt týskvøld og endursendar leygardag og bara tá. Børn og vaksin sótu klár at lurta, nøkur løgdu arbeiðið stilt, tá ið barnaútvarpið var, og Theodor Eli, prestur, segði, at hann kundi ikki ganga til flogbólt týskvøld, tí hann mátti lurta eftir barnaútvarpinum. Tá var onki at kappast við, ongin skermur, ongin telefon og tú kundi ikki lurta á netinum, tá ið tú vildi. Føroyar eru ein útvarpstjóð, men vit hoyra fleiri foreldur siga, at tey hava onki radio, tey vilja hava frið um morgunin og geva barninum ein Ipad ella telefon við útlendskum afturvið morgunmatinum í staðin, siga Jonna og Elin og fara til avleidda orðavalið og ávirkanina á málið.

- Í 2014 skipaðu vit fyri einum pallborðsfundi um mál og hugsaðu, at nú má okkurt gerast, tá ið børnini spæla á enskum og kenslurnar verða útryktar á enskum. Nú eru tólv ár síðani og støðan er versnað.

Í einum spennandi og vælkomponeraðum teksti legði Elin fyri í klummuformati við eini innbygdari heilsan til Klakk, sum í Stein:

- Eftirsum Eyðun Klakkstein, venjarin hjá landsliðnum, er her í kvøld, og nógv helst eru her fyri at hoyra hann, so hugsaði eg at brúka fótbóltin sum myndamál. Fótbólturin hevur verið brúktur, sum myndamál av øllum í nógv ár. Og tey sum ikki kenna Eyðun (tey, sum eru komin at lurta eftir Jonnnu), so er tað manslandsliði og fótbóltur, talan er um! Tað absolut besta, menn og fótbóltur! Akkurát líka gott sum børn og bøkur!

Allir dreingir (slapp mann siga fyrr) elska at sparka og droyma um ein dag at standa við steypinum ella at blíva yrkisleikari. Soleiðis er eisini við bókini, øll vita at tað er gott at lesa, tú verður klókari, lærir orð, blívur eitt empatiskt menniskja, ið skilur teg sjálvan og onnur. Alt er gott!

So knappliga ein dagin, kemur hondbólturin snýkjandi! Ein gloymdur lítil ítróttur, við søguliga fáum pengum og ongum landsliðið. Ein lítlibeiggi, ið er so lítil, at vit als ikki geva honum ans, gongur hann ikki í blæu enn?

Tí vit vita jú, at øll elska fótbóltin mest!

So meðan vit sita og halda at alt er gott og vit hava spælt javnt viðhvørt og tað heila, onkuntíð, móti onkrum, so er alt á gosið! Við eitt hava vit eitt hondbóltslandslið, bæði hjá kvinnum og monnum, ið eru við heilt í toppinum. So nú eru øll í ekstasu, hvør omma, barn og tannáringur hava endiliga okkurt í felag.

Vit droppa Eyðun og teir, tí tað er sooo leingi at hyggja eftir einum fótbóltdysti, og tað er slett ikki sikkurt, at nakað mál kemur yvirhøvur. Meen í hondbolti er mál alla tíðina, og vit vinna og kenna allar tær nýggju hetjurnar og orka ikki meira fótbólt.

Soleiðis er eisini við bókini. Hon kann ikki kappast í einum barnaheila, sum er bumbarderaður við innhaldi í sekund klasssanum. Alt gongur skjótt og glitrar og glampar og omma er á Facebook, og mamma hevur sjey tímar skermtíð um dagin, og hevur ikki tíð at lesa.

Skíggin kemur beinanvegin á banan.  Tað er so lætt og skjótt. Hann er fyri andliti á foreldrunum, hann er har at filma tað fitta, tey siga, hann er undirhald og flýggjan og øll eru vit sek.

Rámandi Klumman hjá Elini er sterk sum ein hamari beint frammaná. Herrligt at uppliva eitt so ópretentiøst og ektað bókatiltak, og legg til merkis, at eg ikki klípti -menta- inn í millum bókatiltakið, tí hetta fyrikemurmar mær at verða so ekta upphugsað, beint á gólvinum í handlinum, sum nú er bókasavn, at eg fati tiltakið sum aktiónsteatur, kanska tí at eg sá Digger í gjárkvøldið. So er eitt innslag, sum tey siga í Útvarpinum, hóast tað er beint í millum okkum inni í SMS.

- Nú hava vit báðar arbeitt í Barnaútvarpinum í mong ár og sent søgur og bøkur, sum eru at hoyra gerandismorgnar klokkan 7:15. Tað perfekta tíðspunktið, áðrenn øll fara út í gerandisdagin. Tíðspunktið, tá ið vit sita við morgunmatarborðið og lurta og eta og hyggja hvønn annan í eyguni uttan skerm. Hetta er felags løtan, tá ið foreldur og børn eru saman og hoyra sama undirhald og somu søgur. Einasta tíðspunktið á degnum, har børn og foreldur eru undirhildin í senn. Tá ið vit hoyra somu søgu, hava vit eitt felags mál og kunnu flenna saman, ella tosa um torfør evni, sum eru í bókunum. Børnini kunnu seta spurningar, ella vaksin spyrja børnini. Tá ið tú lurtar, fært tú myndir í høvdið og tú ímyndar tær, hvussu persónarnir síggja út - tí her er ongin skermur - tú hevur frí. Og vit bíða spent eftir, hvat man fara at henda í morgin.

Hetta sigur nakað um, at tað er tað eldra ættarliðið, ið skal uppalast, og sum ikki duga so væl at skifta ímillum skerm og samrøðu, tí er tað tey vaksnu, sum noyðast at leggja telefonina frá sær, so tey ikki køva samrøðuna og vísa børnunum eina skermfría spegilsmynd. Tað er ikki neyðugt at dokumentara alt og vera við í allari verðini, men at vera í løtuni saman við børnum.

- Hetta var hugnaligt. Takk fyri, at vit sluppu við, siga Jonna og Elin og minna okkum á, at vit enn eru í Barnaútvarpinum, hóast vit eru beint her á fundi um børn, lesing og bøkur í handlinum. Framúr konsept og ljóðmynd.

Eftir ein steðg við práti og kaffi millum allar bøkurnar, gamlar og nýggjar, heimligar og fjarar, fær landsliðsvenjarin í fótbólti fyri menn, Eyðun Klakstein, sum eisini er journalistur og rithøvundur, orðið. Undir yvirskriftini Bøkur fyri Lívið, lesur hann upp úr bókum hjá Carsten Jensen, Vónbjørt Vang, Jóanesi Nielsen og Trygva Danielsen.

- Eg eri úr Klaksvík, búgvi eisini har, men eg havi arbeitt nógv í Havn. Eg havi útbúgving sum journalistur og eg havi eisini útbúgving sum fótbóltsvenjari. Seinastu tvey árini havi eg verið landsliðsvenjari hjá monnum í fótbólti og skal halda fram í trý ár aftrat. Eg hugsaði at siga eitt sindur um mítt persónliga samband við lesing og bøkur - hvat eg havi fingið burtuúr tí, og hvat tað hevur havt at týða fyri meg sum persón - og sum fótbóltsvenjara. Bøkur fyri lívið.

Eg havi lisið nógv alt mítt lív - og eg havi lisið alt millum himmal og jørð. Bløð, magasin, tíðarit, fakbløð, teknirøðir og bøkur. Nógv av teimum seinnu árunum havi eg lisið millum 30 og 40 bøkur um árið. Og eg gleði meg at lesa nógvar bøkur aftrat.

Kanska er tað eitt sindur í stríð við umhvørvið, sum eg vaks upp í, at eg fór at lesa bøkur - og eisini skriva. Eg komi jú úr einum traditionellum, konservativum umhvørvi, sum Klaksvík í stóran mun var - í nógv størri mun, enn tað er nú. Fiskivinnubýur. Arbeiðssom og røsk fólk. Nógv trúarlív. Protestantiskur arbeiðsmoralur. Fótbóltur. Politisk javnvág til høgru. Ein vissur tørvur at hevja seg - men tað skal vera, tí at okkurt er størst ella best ella fremst. Tað var ikki nógv status í at lesa ella at skriva. Vissi tú ikki kundi balla tær eina svarta við einari hond og egna ein stamp upp ein góðan hálvan tíma, so gekst tú helst kúrrur fram við vegginum.

Mamma mín las fyri mær. Eg minnist Pinocchio. Frændaleysur. Robinson Kruso. Skýmingarløtan. Mín jólabók. Og ymiskar søgur úr bókum. Søgurnar gjørdu stórt inntrykk. Í skúlanum høvdu vit eisini lærarar, sum lósu søgur fyri okkum. Ikki minst Óli Olsen, sum elskaði at fortelja ævintýr og søgur. Og onnur. Barnaútvarpið var eisini til tá.

Tað var nakað serligt við at lurta eftir søgum. Fáa myndir burturúr orðunum - ímynda sær, hvussu tað sá út og gekk fyri seg. Hetta var uttan iva við til at kveikja ein áhuga fyri søgum og bókum - og stimbraði hugflogið og kreativitetin.

Sum barn og ungur las eg nógv, men eg las ikki nógvar bøkur. Onkrar og av tí lættara slagnum, helst. Og eg minnist eisini, at eg byrjaði upp á summar bøkur, kanska eitt sindur ambitiøst, men kom ikki ordiliga á mál við teimum. So hugurin at lesa bøkur var har, men tað var í grundini nógv seinni, at eg veruliga fór at lesa bøkur, lærdi meg tað ordiliga og vandi meg við tað. Sum alt annað, so skal tú eisini læra teg at lesa bøkur við at royna og venja tað. Tað var helst fyrst í hesi øldini, at lesingin av bókum vant uppá seg og bleiv meira reglulig. Men tað er púra vist, at áhugin fyri at lesa, sum var kveiktur, tá ið eg var barn og ungur, gjørdi mun og hevði ávirkan á lesingina - ja, hevði næstan bara meira og størri týdning sum fráleið. So eg kann siga, at eg havi ongantíð lisið so nógvar bøkur, sum tá ið tann nýggja talgilta tøknin broytti heimin. Eg veit ikki, hvat tað sigur, heldur Eyðun hugsunarsamur fyri við talarastólin.

- Men einum ivist eg ikki í. Bøkurnar hava givið mær sera nógv, tær hava broytt og ment meg sum persón. Og hvat er tað, eg havi fingið burtur úr at lesa bøkur? Fyrst og fremst er tað lesiupplivingin í sær sjálvum. At fara inn í eitt annað umhvørvi - ein annan heim, millum onnur fólk - læra persónar at kenna, uppliva teirra stríð, gleði og sorgir, dreymar og longslar, fáa innlit í teirra kenslur og fylgja teimum á leiðini. 

Bøkur kunnu eisini vera upplýsing og undirvísing og geva innlit í umhvørvi, samfeløg, hugtøk, mentanir og annað. Og ein góð søgugongd og eitt gott plott skulu heldur ikki undirmetast. Tað kann liggja stórur sannleiki í skaldskapi og íspunnum tekstum. Og so er tað alt tað, sum liggur eftir, uttan at eg veit av tí. Bøkur og lesing hava - saman við øðrum royndum og upplivingum - gjørt meg betri føran fyri at taka ábyrgd, at vera leiðari, at hava við fólk at gera, at motivera og inspirera, at seta mørk, taka avgerðir og standa við grundleggjandi virði. Bøkur hava givið nakað annað, sum kanska kann vera trupult at seta orð á. Men tað hevur kanska nakað við empati og sjálvsinnlit at gera, at skilja fólk og teirra støðu, at virða onnur og fara virðiliga við teimum - bæði tínum og mótstøðufólki, veruliga at hava nøkur grundleggjandi virði, sum leiðslubøkur vist eisini siga, at tú skalt hava, men sum kunnu vera so løtt at fara frá, um tað er eitt lítið sindur av trýsti á. Kanska er tað aldur, kanska eru tað royndirnar, men eg eri púra vísur í, at mentanligar upplivingar - bøkur, tónleikur, list - eisini hava gjørt meg nógv meira avkláraðan um, hvør eg eri, hvør eg vil vera, hvat eg vil standa fyri, hví eg vil nakað, og hvussu eg vil tað.

Eg skilji væl, at avbjóðingin við at fáa børn at lesa nú á døgum er ein heilt onnur, enn tá ið eg var barn og ungur. Kappingin um uppmerksemið og upplivingar eru á einum heilt øðrum stigi nú. Tað er so nógv tøkni og so nógvir miðlar. Video og grafikkur og animatiónir eru allastaðni, og tað er so nógv ferð á øllum. Vit vera bombarderað við inntrykkum og innihaldi og vitlíki. Tær risastóru tøknifyritøkurnar eru ísakaldar og við eirindaleysum algoritmum og fintum fara tær eftir øllum, okkum øllum - eisini børnunum. Tað, sum gongur fyri seg, og tað, sum vit lata ganga fyri seg og eru ein partur av, er faktiskt púra vanvittigt. At vit geva okkum upp í hendurnar á multinationalum tøknifyritøkum, sum eingi fyrilit hava fyri nøkrum sum helst uttan sær sjálvum. Har kunnu vit øll gera tað betur. Men tá ið tað kemur til at læra børn at lesa og fáa tey at lesa sjálvi, so hugsi eg, at í prinsippinum snýr tað nokk so nógv um tað sama, sum tað plagdi.

Umframt at læra børn at lesa, snýr tað seg um at kveikja ein áhuga fyri lesing - fyri søgum, orðum og bókum. Tað fyrsta, sum má vera til staðar, er ein áhugi, gleði og hugur, tí annars fer eingin at venja í endaleysa tímar. Eins og innan ítrótt snýr tað seg fyrst og fremst um at gera tað stuttligt og hugaligt hjá børnunum at vera við. Fáa tey at tíma og vilja. Aftaná kann venjingin koma.

Og nú eri eg sum hinir sokallaðu fótbóltsekspertarnir, tá ið eg sigi, at vit mugu lesa fyri børnum - so tíðliga sum gørligt, so nógv sum gjørligt, tí tað fer at gera nakað. Og lata tey lesa okkurt, sum tey sjálvi tíma. Og so hugsi eg, at vit mugu gera bøkur sjónligar og áhugaverdar og týdningarmiklar. Tí hvussu kunnu vit føra lesing og bøkur víðari, um vit ikki sjálvi vísa í verki, at tær hava stóran týdning fyri okkum.

Vit kunnu vera ambassadørar. Og tey, sum hava møguleika og ávirkan, kunnu gera tilfar um bøkur og lesing. Barnaútvarpið. Vágskálin. Føroyar lesa. Orð og tónar. Ung lesa. Bókadagar.

Og tá ið eg hugsi aftur á mítt egna lív við bókum, so byrjar tað jú við nøkrum heilt einføldum viðurskiftum. Við mammu míni, sum las fyri mær. Við lærarum, sum dugdu at fortelja søgur og høvdu bøkur við á skúlastovuna. Við barnaútvarpi. Við teknirøðum, bókum og bløðum, sum lógu frammi. Og við bókasavninum, har eg frítt kundi ganga inn og finna ymiskt at lesa ella bara at kaga í.

Eg eri sannførdur um, at eg hevði verið eitt annað menniskja, um eg ikki hevði havt allar hesar lesiupplivingarnar við mær gjøgnum lívið, segði Eyðun Klakstein at enda á einum frálíkum kvøldi, við fokus á lesing og hvat kann hugsast at elva til at bøta um lesihugin hjá børnum og fólkaskúlanæmingum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

18 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

12 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22 tímar síðan

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

Í gjár kl. 08:36