Ongi úrslit

Í dag fer Tór-Ingar til fyrstu próvtøkuna

Nýggi 07 Vestur venjarin hevur hjartað á røttum staði

© Myndir: 07 Vestur
Jóannes Hansen
4 tímar síðan

Nú eru tað 12 dagar síðani, at tað varð kunngjørt, at Tór-Ingar Akselsen er nýggjur venjari í 07 Vestur. Setningurin er at lyfta vágaliðið av aftasta plássi og í hvussu so er upp á áttanda plássið.

-Tað rokni eg avgjørt við fer at eydnast. Eg kenni felagið og spælararnar, og eg veit, at vit hava nóg góðan hóp til at vera við í fremstu røð, sigur Tór-Ingar Akselsen.

07 Vestur og nýggi venjarin hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi í trý og eitt hálvt ár. Tað vil siga, at Tór-Ingar verður venjari í hvussu so er fram til ársenda í 2029.

-Hetta ber boð um, at talan er um ætlan at menna felagið og liðið. Vit rokna ikki við tí, men um tað skuldi hent, at vit flyta niður, so broytir tað ikki ætlanirnar, sigur nýggi venjarin.

Tað er Countryfestivalur í Sørvági, og klokkan 15 verður Víkingur gestur á Dungasandi. Víkingur er á fjórða plássi við 18 stigum, og Víkingur hevur ikki tapt síðani 6. apríl, tá ið víkingarnir vóru óhepnir at tapa 1-0 í Klaksvík.

Tór-Ingar Akselsen hevur ikki áður havt ábyrgdina av besta liðnum, men hann hevur meiri enn nakar annar verið á og kring liðið. Sambært FaroeSoccer hevur Tór-Ingar, síðani 07 Vestur í 2021 aftur varð partur av bestu deildini, verið hjálparvenjari hjá seks venjarum: Michael Schjønberg, Dan Brimsvík, Steffen Landro, Lars Arne Nilsen, Magnus Powell og Heðin Askham.

Umframt at vera hjálparvenjari so spældi Tór-Ingar frá 2000 og fram til 2021 253 landskappingardystir í bestu deildini. Fyrstu árini var tað við FS Vágar, í 2002 og 2003 var hann við til at vinna tvey FM heiti við HB, í 2004 var hann aftur í Vágum, og so var hann í 2005, 2006 og 2007 aftur í HB, sum vann FM í 2006. Í 2008 – 2010 var Tór-Ingar aftur í Vágum, har felagið í 2007 skifti navn til 07 Vestur, og burtursæð frá 2010, tá ið hann fyri fjórðu ferð var við til at vinna FM við HB, var hann fram til í 2024 í Vágum.

Tór-Ingar Akselsen er ættaður úr Sandavági, har hann býr, og hann arbeiðir sum varaskúlastjóri í Sørvági, har besta fótbóltsliðið venur og spælir dystir á Dungasandi. Í fjør og inntil síðsta vikuskifti var Tór-Ingar venjari hjá næstbesta liðnum hjá B36, har hann hevur arbeitt tætt saman við Jákupi Martin Joensen, ið hevur ábyrgdina av besta liðnum. B36 liðið í næstbestu deildini er fyri tað mesta mannað við ungum spælarum, og tað hevur gingið væl, tí B36 er á fjórða plássi. Millum ungu spælararnar, ið hava verið teir drúgvastu, er Pætur Akselsen, sonur nýggja venjaran í Vágum, sum í hesum døgum gongur til próvtøku á Glasir.

 

Listin verður longri

Næstsíðsta fríggjakvøld tapti 07 Vestur 2-1 á Skála. Avrikið á Skála var ikki gott ímóti væl uppløgdum heimaliði. Merkisvert var tað, at 07 Vestur enn einaferð bara hevði eykamálverja og tríggjar aðrar á beinkinum, og næstsíðsta mánadag boðaði felagið frá, at Michael Schjønberg gevst í felagnum.

Nú hevur Tór-Ingar Akselsen ábyrgdina av at venda gongdini. 07 Vestur er aftast við sjey stigum, og tað er trý stig fram til Skála, ið er á áttanda plássi.

-Eg fegnist um at hava fingið henda møguleikan, og eg kenni meg vísan í, at tað fer at bera til at flyta felagið og liðið rætta vegin. Hóast B36 er eitt av stóru feløgunum, og 07 Vestur er væl minni felag, og tað eru færri spælarar, enn tað eru í B36, so minnir arbeiðið, sum eg nú eri farin í holtur við, á fleiri økjum um tað, sum eg saman við Jákupi Martin Joensen havi verið partur av.

Vera tað fleiri spælarar á listanum, enn tað hava verið seinastu ferðirnar?

-Onkrir spælarar hava verið skaddir, sum nú leggjast aftrat, og so hava onkur leikbann argað. Julian Mouritsen og Eiler Fróðason eru nú við aftur, Oddur í Haraldstovu Petersen hevur verið til venjing, eftir at hann hevur verið burturstaddur, vit vóna at Dan Fróðason verður tøkur um einar tvær vikur, og t. d. Magnus Holm Jacobsen og Høgni Egilstoft Nielsen arbeiða við at koma seg heilt, eftir at teir hava verið burturfrá. Vit hava fleiri ungar evnaríkar spælarar, sum mennast skjótt, og tað er hugaligt at vera við í tí arbeiðnum, sigur Tór-Ingar Akselsen.

Í Vágum hava teir ofta rakt beint á, tá ið teir hava fingið útlendskar spælarar henda vegin. Soleiðis er tað eisini í ár. Danski málverjin Sebastian Wille og danski miðverjin Oliver Bødker eru dømi um hetta saman við danska Casper G. Hansen, sum eisini var í Vágum í fjør, og norska Ola Arntsen, sum hevur verið drúgvur bæði sum miðvallari og verjuspælari.

Fara tit at styrkja um liðið í summar?

-Tað liggur ikki í kortunum, at vit fara at fáa fleiri útlendskar spælarar. Í løtuni sær tað út til, at teir, sum eru her, fara at halda fram, og tað verður bara, um onkur fer avstað, at vit fara at fáa onkran aftrat, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum staðfestir, at fleiri av útlendingunum, sum hava verið í Vágum, hava roynst væl:

-Talan hevur ofta verið um ungar spælarar. Teir hava trivist væl her vesturi. At teir eru farnir víðari kemst av, at teir hava fingið tilboð frá øðrum feløgum, bæði aðra staðni í Føroyum og úr øðrum londum.

Millum útlendsku spælararnar, sum hava roynst væl í Vágum, og sum síðani fluttu í onnur feløg, eru miðverjin Daniel Obbekjær sum nú er í NSÍ, málverjin Sebastian John og framrættaði Filip Brattbakk, sum nú eru í KÍ, skjóti vongverjin Mathias Voss sum nú er álitismaður í HB og Emil G. Pedersen, sum í fjør skoraði 21 mál fyri HB og nú er í Vendsyssel FF. Har eru hann og Ari Olsen liðfelagar, og Vendsyssel hevur tryggjað sær uppflyting í næstbestu donsku deildina.

https://in.fo/news-detail/oddasessurin-stendur-upp-a-spael-a-stevnuni 

Í dag

07 Vestur – Víkingur: Heini Ziska Viðoy kl. 15.00

NSí – B36: Eiler Rasmussen kl. 19.00

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24