Ongi úrslit

Í morgin er bara at møta upp at fá sær grind

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Fyrr í dag legði ein grind beinini í Sandagerði. Tórshavnar býráð staðfestir, at grindin var stór, og avgerð er tikin um, at hon verður býtt í bæði drápspartar og heimapartar.

Í løtuni verður grindin merkt væntandi koma seðlarnir til drápspartarnar út klokkan níggju fyrrapartin í morgin.

Heimapartarnir verða býttir millum fólk í Tórshavn og í bygdunum í kommununi. Enn er støða ikki tikin til akkurát, hvussu tað verður. Men býráðið sigur, at talan verður ikki um at býta eftir gamla listanum til heimapartar.

Heldur verður talan um, at fólk bara kunnu møta upp á vestaru bryggju, har skorið verður upp, og so fáa tey sín part.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

20 tímar síðan