Ongi úrslit

Í nátt fáa vit ein tíma eyka: Nú verður klokkan flutt aftur

Í nátt skifta vit til vetrartíð. Klokkan verður flutt ein tíma aftur, og tað merkir, at vit fáa ein tíma eyka at sova í sunnunáttina.

Ein tími eyka undir dýnuni! Í nátt verður klokkan flutt aftur, og vit fáa eina longri sunnunátt.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Í nátt, sunnudagin 25. oktober, verður klokkan flutt ein tíma aftur. Tá klokkan verður 02.00 í Føroyum, verður hon sett aftur til 01.00.

Tað merkir, at sunnunáttin verður ein tíma longri enn vanligt.

Hví hava vit vetrartíð?

Vetrartíð er í roynd og veru vanliga tíðin, sum fylgir gongdini hjá sólini.

Summartíð varð tikin í nýtslu fyri at gagnnýta dagslýsið betur. Tá klokkan verður flutt fram um várið, fáa vit meira dagslýsi um kvøldið.

Skipanin hevur eisini verið knýtt at orkusparing og fekk serliga útbreiðslu undir fyrra heimsbardaga.

Nær kemur summartíðin aftur?

Summartíðin byrjar aftur sunnudagin 28. mars 2027.

Tá verður klokkan í Føroyum flutt fram frá 01.00 til 02.00.

Men fyrst kunnu vit gleða okkum til ein tíma eyka undir dýnuni sunnunáttina.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07