Ongi úrslit

Illgrunasom russisk skip fiska minni – men eru meir til staðar

Nakrir óbehagiligir sunnudagstankar um samstarvið við Russland

Sjúrður Skaale
54 minuttir síðan

Bretska blaðið The Telegraph legði í vikuni fram umfatandi kanningar, sum – enn eina ferð! – geva sterkar ábendingar um, at russiski fiskiflotin verður brúktur av russiska hervaldinum.

500 ferðir hava ”sivil” russisk skip á illgrunasaman hátt siglt yvir samskiftiskaðalum, sum eru púra avgerandi fyri, at europeisku samfeløgini kunnu virka. (Á míni FB-síðu er leinkja til greinina).

Hetta er einki nýtt. Í Norra eru prógv løgd alment fram sum vísa, at tað sama hendir har um leiðir. Og tað hendi enntá í sambandi við, at ein kaðal bleiv kvettur av. Í Finnlandi er eitt russiskt ”skuggaskip” bordað av finska hervaldinum.

Vandin er púra eyðsýndur. Tann, sum púra neyvt veit hvar hesir kaðalar liggja og hevur ilt í huga, kann snøgt sagt avbyrgja heil lond frá degi til dags. Allur búskapurin steðgar upp í teirri løtu, kaðalarnir verða kvettir av.

Greiður politikkur
Hetta eigur ikki at undra nakran.

Tað er fyri tað fyrsta greiður, almennur politikkur í Russlandi, at fiskiskip kunnu nýtast av hervaldinum eftir tørvi. Hetta bleiv viðtikið og almannakunngjørt í 2022 – eftir innrásina í Ukraina.

Fyri tað næsta er Russland eitt einaræði. Staturin stendur yvir øllum. Alt sivilsamfelagið, allir fjølmiðlar og alt vinnulívið má geva seg undir viljan hjá statinum. Tað er bara ein kommandolinja í russiska samfelagnum, og hon gongur úr Kreml og niðureftir. Øll mugu geva seg undir viljan hjá einaræðisharranum.

Hesin einaræðisharri fremur í løtuni størstu brotsgerð í Europa síðani Hitler doyði. Í Ukraina eru nógvir býir lagdir í oyði, og menniskjaligi sorgarleikurin er øgiligur.

Álop av øðrum enn hernaðarligum slag verða framd á onnur europeisk lond enn Ukraina. Antin av russiska statinum – ella av bólkum, sum virka við loyvi frá russiska statinum.

Onkur kanska minnist, at telduskipanin hjá Klaksvíkar Kommunu varð álopin, og upplýsingar máttu keypast aftur í dýrum dómum...

Tá virksemið steðgaði
Kortini gera Føroyar á stjórnarstigi hvørt ár eina avtalu, sum loyvir russiskum skipum inn á okkara øki at troyta okkara grunnar.

Undanførslan er, at hetta er púra leyst av russiska hervaldinum og einki hevur við kríggið at gera. Men tað er vitleyst. Allur russiski búskapurin er partur av landsins krígsbúskapi.

Vit kunnu bara hyggja at nøkrum fakta:

Kring 24. februar 2022, tá Russland leyp á Ukraina, var einki russiskt virksemi í Føroyum. Eitt skip endaði sín túr 21. januar og eitt kom inn 31. mars. Í 40 dagar kring innrásina var altso einki russisk skip her. Og hesi tvey vóru einastu skip, sum vóru her hendan ársfjórðingin.

Hetta er púra, púra óvanligt – í 2020 og 2021 vóru til dømis ávikavist 19 og 15 skip her sama ársfjórðing. Og eftir innrásina hækkaði talið aftur.

Tað er ilt at síggja aðra logiska frágreiðing enn, at 24. februar 2022 hetta árið byrjaði bølmenni í Kreml størsta kríggj í Europa í 80 ár. Og tað ávirkaði atferðina hjá russiska fiskiflotanum.

Størri virksemi – minni fiskarí
Føroyar hava tíbetur tikið nøkur stig til tess at avmarka samstarvið við Russland og hvussu búskaparliga bundin vit eru at Russlandi. Í flestu førum er hetta tó gjørt eftir trýsti uttaneftir – við sterkari mótstøðu í Føroyum. Tað er ikki nakað at verða stoltur av.

Seinasta avmarking var, at frá 1. januar í ár skuldu skip hjá tveimum reiðaríum, sum sambært norskum myndugleikum eru undir sterkum illgruna fyri ólógligt virksemi, ikki sleppa til Føroya.

Men hetta hevur ikki minkað um russiska virksemið á føroyskum øki. Tað er tvørturímóti.

Fyrra hálvár 2025 fiskaðu russisk skip (sambært egnum fráboðanum!!!) 92.413 tons undir Føroyum. Fyrra hálvár 2026 var talið 78.558 tons. Also 15% minni.

Men hyggja vit at fiskidøgunum, er søgan tann øvuta: 670 dagar fyrra hálvár 2025, men 722 dagar fyrra hálvár 2026.

Við øðrum orðum: Minni russiskt fiskarí, men væl størri russiskur aktivitetur á føroyskum øki.

Hetta verður enn meiri áhugavert – ella illgrunassamt – tá ein samanber við tey íslendsku tølini.

Sama tíðarskeið minkaði íslendska veiðan úr 175.368 tonsum niður í 147.752 tons. Men fiskidagarnir minkaðu eisini – úr 699 niður í 390.

Altso: Bæði hjá Íslandi og Russlandi minkaði fiskaríið, men meðan talið á fiskidøgum hjá Íslandi eisini minkaði, so øktist tað hjá Russlandi.

Illgrunasom skip
Tað er eisini áhugavert at hyggja at, hvørji russisk skip talan er um.

Fyri nøkrum árum síðani kom fram, at skipini Ester og Lira høvdu hernaðarliga útgerð umborð. Tað bleiv sjálvandi sligið upp í glens í Føroyum. Fólk grinu at, hvussu gomul henda útgerð var. Men hon var altso inni á avbyrgdum rúmum, við vaktarhaldi uttanfyri. Og tað er eingin ivi um, at hesi bæði skipini eru partur av russiska hervaldinum.

Hyggja vit at Lira, so gjørdi skipið 18 túrar til Føroya frá 2022 til 2025. Tilsamans. Men bara fyrra hálvár í ár hevur hetta skip gjørt sjey túrar til Føroya.

Í Norra er eftirlitið við russisku skipunum nógv strangari enn í Føroyum. Og millum skipini, sum hava havt illgrunasama atferð, eru Arctica, Karella, Lazurnyy, Lira, Ester og Yantarnyy.

Og vita tit hvat? Føroyar hava givið øllum hesum skipum lisens til at fiska í Føroyum í 2026.

Skip, har tað hinvegin ikki er staðfest illgrunasom atferð, eru til dømis Kapitan Nazin, Mekhanik, Sergey Agapov, og Kapitan Demidenko. Hesi skip eru millum tey, sum hava fiskað allarmest í føroyskum øki undanfarin ár. Men einki teirra hevur longur lisens til at virka her.

Altso: Skip, sum próvfast eru partur av russiska hervaldinum, og skip, sum hava sýnt illgrunasama atferð, eru sera virkin í Føroyum. Men tey fiska lutfalsliga lítið.

Skip, sum hinvegin hava fiskað nógv og ikki hava haft illgrunasama atferð, eru tikin av listanum og virka ikki longur her.

Vit vita, men gera einki
Fyri nøkrum árum síðani lat eg gera eina kanning, har Árni Dam legði allar hugsandi faktorar inn í eitt roknistykki, sum vísti samlaða úrslitið av fiskivinnusamstarvinum við Russland.

Tað vísti eitt sera stórt undirskot fyri føroyska samfelagið sum heild.

Onnur hava síðani gjørt aðrar útrokningar, sum vísa tað sama.

Vit lata snøgt sagt nógv meira enn vit fáa. Men vit stara okkum blind at tí, vit fáa.

Vit hyggja ikki at prísinum vit rinda fyri tað, vit keypa.

Vit hyggja ikki at búskaparligu møguleikunum í teimum stóru nøgdum, vit lata Russlandi.

Vit vita, at eftirlitið við russisku skipunum er minimalt. Men vit lata eyguni aftur fyri tí.

Vit vita, at Putin er størsta bølmenni í Europa síðani Hitler. Men vit gera avtalur við hansara stýri, og billa okkum inn, at tað fyri Russland bara snýr seg um fisk. Hóast russiskir myndugleikar fleiri ferðir sjálvir hava sagt, at teir síggja samstarvið sum annað og meira enn tað.

Vit peika at øðrum og siga, at tey keypa olju úr Russlandi. Men tað gera vit eisini. Og onnur lond leggja altso sera nógv fyri í stuðlinum til Ukraina.

Vit kunnu eisini peika at Trump og hansara samstarvi við Putin. Men hansara undanstøkking kann ikki vera okkara undanførsla.

Vit vita, at tað er patetiskt at peika at øðrum í hesum máli.

Vit vita eisini, at vit spæla við eld.

Vit vita, at vit eru blivin trýst til at avmarka samstarvið. Vit vita, at vit kunnu verða trýst til meira enn bara at avmarka tað.

Men vit koyra víðari. Vit seta ongan spurning. Vit fyrireika okkum ikki uppá nakað annað.

Og í desembur gera vit nýggja avtalu við russisku stjórnina.

Høvdu vit so, fyrr enn ikki, tikið okkum væl betalt fyri tað...

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07