Ongi úrslit

Áheitan til IOC

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Fólkatingslimirnir fyri Føroyar og Grønland, Sjúrður Skaale, Anna Falkenberg, Qarsoq Høegh-Dam og Naaja Nathanielsen, hava í dag fingið fráboðan frá Folketingets Præsidium (forsætisnevndin).

Præsidiumið fer at senda eitt bræv til IOC sum ljóðar:

-Præsidiumið vendir sær til IOC um føroyska og grønlendska OL-luttøku undir egnum flaggi

Fólkatingins Præsidium hevur sent eitt bræv til Altjóða Olympisku Komitéina (IOC) við áheitan um, at føroyskir og grønlendskir ítróttarfólk skulu kunna luttaka í Olympisku Leikunum undir egnum flaggi.

Spurningurin um føroyska og grønlendska umboðan í altjóða samanhangi var á skránni, tá Fólkatingins Præsidium í juni luttók á fundi í kontaktnevndini í Føroyum.

Á hesum grundarlagi vendir Præsidiumið nú sær til IOC fyri at stuðla ynskinum hjá Føroyum og Grønlandi um at kunna luttaka í Olympisku Leikunum undir egnum flaggi.

Um hetta verður veruleiki, fara ítróttarfólk úr Føroyum og Grønlandi at kunna bera ávikavist føroyska flaggið Merkið og grønlendska flaggið Erfalasorput undir setanarskrúðgonguni við Olympisku Leikirnar.

-Her er talan um lond við sterkum og sjálvstøðugum ítróttarligum samleika. Præsidiumið ynskir at stuðla eini sak, sum hevur stóran týdning fyri ítróttarfólk úr Føroyum og Grønlandi, sum droyma um at kappast á størsta altjóða pallinum undir egnum flaggi, sigur fólkatingsformaðurin Søren Gade.

Bæði londini hava prógvað, at tey eru før fyri at kappast á høgum altjóða stigi, til dømis við føroysku luttøkuni í EM í hondbólti 2026 og luttøku hjá grønlendskum ítróttarfólki í Vetrar-OL 2026.

Præsidiumið vísir í brævinum til IOC á, at sjálvstøðug luttøka í OL hevði ligið í tráð við ynski hjá londunum um at styrkja luttøkuna í altjóða samstarvi.

Bæði londini eru longu limir í fleiri altjóða ítróttarsambondum, millum annað altjóða hondbóltsfelagsskapinum IHF. Føroyar eru harumframt fullgyldigur limur í bæði evropeiska fótbóltssambandinum UEFA og altjóða fótbóltssambandinum FIFA.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 11:49