Donald Trump vil hava Kongressina at góðkenna 87,6 milliardir dollarar, umleið 557 milliardir krónur, til átøk, sum fyri stóran part hava samband við amerikanska kríggið móti Iran.
Umbønin kemur bert ein dag eftir, at Kongressin samtykti eina áheitan um, at forsetin skal steðga krígnum ella biðja Kongressina um loyvi, áðrenn hernaðarlig átøk halda fram.
Størsti parturin av pengunum, 67 milliardir dollarar, umleið 426 milliardir krónur, skal fara til amerikanska verjumálaráðið.
Stór mótstøða í egnum flokki
Málið kann gerast tungt hjá Trump. Kríggið er óvæl dámt millum veljarar undan miðvalinum í november, hóast vápnahvíld í løtuni er galdandi millum Washington og Teheran.
Trump hevur eisini fingið mótstøðu frá republikanskum senatorum. Ein teirra er Bill Cassidy úr Louisiana, sum atkvøddi fyri áheitanini um at avmarka krígsheimildirnar hjá forsetanum.
Sambært Cassidy endaði ein fundur við Trump í hvassari orðadrátti. Hann segði við tíðindafólk, at hann hevði sagt við forsetan: „Tú hevur ikki sagt amerikanarum, hvat fer fram.“
Pentagon vil byggja goymslurnar uppaftur
Hvítu húsini siga, at pengarnir skulu nýtast til bráðfeingis tørv í sambandi við Operation Epic Fury.
Í umbønini eru 21 milliardir dollarar, umleið 134 milliardir krónur, til vápn og hernaðartilfar, 17,3 milliardir dollarar, umleið 110 milliardir krónur, til rakstrarkostnað og 12,1 milliardir dollarar, umleið 77 milliardir krónur, til loyniligar verkætlanir.
Harumframt skulu umleið 300 milliónir dollarar, umleið 1,9 milliardir krónur, brúkast til at styrkja trygdina á amerikanskum sendistovum í Miðeystri og Suðurásia.
Pentagon hevur áður sagt, at kríggið higartil hevur kostað umleið 29 milliardir dollarar, umleið 184 milliardir krónur.