Ítróttasamband Føroya, ÍSF, herðir nú arbeiðið fyri at fáa Føroyar upp í Altjóða Olympisku Nevndina, IOC. Felagsskapurin hevur sett 36 ára gamla Una Holm Johannesen sum IOC-samskipara. Hann skal leiða og styrkja arbeiðið at vinna Føroyum fullan limaskap.
Vilja kappast undir egnum flaggi
Málið er, at føroysk ítróttafólk skulu kunna luttaka á olympisku leikunum undir føroyskum flaggi.
Marita Debess Magnussen, aðalskrivari í ÍSF, sigur, at olympiskur limaskapur framvegis hevur fremstu raðfesting hjá ÍSF.
Hon sigur, at nýggi samskiparin skal gera arbeiðið meira miðvíst og professionelt, so føroyskur ítróttur fær betri fortreytir í altjóða ítrótti.
Uni Holm Johannesen fær lyklaleiklut
Uni Holm Johannesen er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur diplomútbúgving í leiðslu. Hann hevur áður arbeitt sum journalistur, fulltrúi, ráðgevi og løgtingsmaður.
Sum IOC-samskipari fær hann ábyrgd av samskiftinum við IOC, altjóða ítróttafelagsskapir, føroysk ítróttasambond og aðrar viðkomandi partar.
ÍSF sigur eisini, at upplýsingar um føroyskan ítrótt og støðuna hjá Føroyum í altjóða ítrótti skulu savnast og miðlast betur.