Ongi úrslit

Ísland ávarar um CO2-avgjald: Føroyski fiskiflotin hevur stóran kappingarfyrimun

Meðan føroyski fiskiflotin sleppur undan CO2-avgjaldi, skulu íslendsk fiskiskip í ár rinda methøgt gjald. Tað hóttir kappingarførið, ávarar íslendska fiskivinnan.

© Samtök fyrirtækja í sjávarútvegi (SFS).
Íslendski fiskiflotin stríðist við methøgt CO2-avgjald, meðan føroyskir kappingarneytar sleppa undan.
Edmund Jacobsen
28 minuttir síðan

CO2-avgjaldið á dieselolju í Íslandi er nærum tíggjufaldað síðan 2010. Nú krevur íslendska fiskivinnan, at stjórnin steðgar hækkingunum og tekur somu atlit at fiskivinnuni sum Føroyar og onnur grannalond.

Sambært nýggjari greining frá íslendska fiskivinnufelagnum Samtök fyrirtækja í sjávarútvegi (SFS) er avgjaldið nú 28,30 íslendskar krónur fyri liturin, svarandi til umleið 1,55 danskar krónur.

Í 2010 var avgjaldið bert 2,90 íslendskar krónur, ella umleið 16 oyru fyri liturin.

Rokningin nærkast 252 milliónum krónum

Íslendsk fiskiskip og fiskamjølsverksmiðjur rindaðu tilsamans 25 milliardir íslendskar krónur, svarandi til umleið 1,37 milliardir danskar krónur, í CO2-avgjaldi frá 2010 til 2025.

Í ár verður samlaða rokningin mett at verða 4,6 milliardir íslendskar krónur, ella umleið 252 milliónir danskar krónur.

SFS vísir á, at oljunýtslan í fiskivinnuni minkaði munandi, áðrenn CO2-avgjaldið varð sett í gildi. Síðan 2020 hevur nýtslan verið nærum óbroytt, hóast avgjaldið er hækkað munandi.

Føroyar hava ein kappingarfyrimun

Sambært SFS eru Føroyar, Grønland og Bretland millum londini, har fiskiskip ikki rinda samsvarandi CO2-avgjald.

Danmark hevur útsett avgjaldið til 2029, meðan Noreg hevur veitt fiskivinnuni stóran fíggjarligan stuðul.

SFS ávarar um, at íslendsk fiskiskip kunnu fara uttanlands eftir bíligari olju. Felagið vísir millum annað á, at íslendska sjóverjan hevur spart stórar upphæddir við at bunkra í Føroyum.

Felagið krevur tí, at stjórnin lækkar ella strikar CO2-avgjaldið, til veruligir møguleikar eru fyri at skifta til grøna orku.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

23 tímar síðan

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48