Ongi úrslit

Ísland: Bumbuhóttan móti hvalabátum

Íslendska løgreglan kannar nú eina hóttan móti hvalabátunum Hvalur 8 og Hvalur 9, men metir hana ikki at vera álítandi.

© Wikipedia.
Íslendskir hvalabátar við bryggju.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Íslendska løgreglan kannar eina hóttan um at spreingja annar hvalabáturin hjá Hvalur hf. í luftina, um hvalaveiðan heldur fram. Tað skrivar RÚV

Hóttanin kom um náttina 23. juni. Boðini vóru, at ein spreingiløðing var løgd umborð á annan bátin. Sama hóttan varð send RÚV við telduposti sama morgun.

Veiðan er byrjað

Hvalur 9 kom til lands 23. juni við tveimum nebbafiskum og fór síðani aftur á hvalaveiðu. Hvalur 8 var væntaður til lands sama kvøld við einum nebbafiski.

Í ár hava íslendarar loyvi at veiða 150 nebbafiskar. Tað er 20 prosent minni enn undanfarna tilráðing.

Friðarligt við hvalastøðina

Umleið tíggju fólk vóru á hvalastøðini, tá Hvalur 9 kom til lands. Løgreglan varð biðin um at koma á staðið, men sambært løgregluni var støðan friðarlig.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57