Ongi úrslit

Íslendskur forseti í Havn: Søga, samstarv og grøn framtíð í miðdeplinum

Halla Tómasdóttir vitjaði Tórshavnar kommunu í vikuni. Har vóru søguligu bondini millum Føroyar og Ísland, varandi orka og samstarv millum ung høvuðsevni.

© Tórshavnar Kommuna.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Halla Tómasdóttir, forseti Íslands, og maður hennara, Björn Skúlason, vitjaðu í hesari vikuni Tórshavnar kommunu.

Vitjanin byrjaði við morgunmati í Móttøkuhúsinum, har Elsa Berg, borgarstjóri, tók ímóti og beyð teimum vælkomnum. Har fingu gestirnir høvi at tosa um vitjanina og um tey sterku bondini millum Føroyar og Ísland.

Søgulig vitjan í Móttøkuhúsinum

Elsa Berg vísti á, at fyrsti útlendski gesturin í Móttøkuhúsinum í 1987 var Vigdís Finnbogadóttir, táverandi forseti Íslands.

Nú vitjaði onnur kvinnan í íslendska forsetaembætinum sama hús næstan 40 ár seinni. Borgarstjórin segði, at hetta gav høvi at líta aftur við takksemi og frameftir við bjartskygni.

Smá samfeløg kunnu hugsa stórt

Í røðu síni legði Elsa Berg dent á, at smá samfeløg bæði tora og kunnu hugsa stórt. Hon nevndi nýhugsan, varandi orku og burðardygd sum øki, har Føroyar og Ísland kunnu læra av hvørjum øðrum.

Hon vísti eisini á samstarv um útbúgving, gransking og altjóða netverk. Millum annað nevndi hon UArctic-ráðstevnuna, sum Tórshavn var vertur fyri fyrr í ár.

Eftir morgunmatin framførdu Beinta Ingeborg Greve og Aksel Remmel tónleik. Síðani vitjaði fylgið Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya.

🔗 Sí fleiri myndir frá vitjanini á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57